Óli Breckmann krevur Føroyar á postkort

Føroyski fólkatingslimurin Óli Breckmann hevur í brævi til danska mentamálaráðharran, Elsebeth Gerner Nielsen, heitt á hana um at syrgja fyri, at Føroyar eisini fáa umrøðu á altjóða Grand Prixnum, sum verður í Keypmannahavn 12. mai

 

Tann 12. mai í ár verða Danmark og Danmarks Radio vertir fyri altjóða tónleikakapping, sum verður hildin í Ítróttarparkini í Keypmannahavn. Í hesum sambandi framleiðir DR nøkur postkort, og tað er Danmarks Turistråd, sum stuðlar framleiðsluni av teimum 23 postkortunum.

Tað hevur fingið ilt í føroyingar og grønlendingar, at einki av postkortunum vísa myndir úr teimum báðum londunum, sum tó eru í danska ríkinum. DR hevur noktað ferðaráðunum í Føroyum og Grønlandi at sleppa við á hesi postkortini, sum skulu sendast undir kappingini.

Tónleikakappingin verður sjónvarpað kring allan heim, og væntandi fara milliardir av fólki at sita frammanfyri sjónvarpsskíggjan hetta kvøldið. Um allir partar av danska ríkinum vórðu umboðaðir á postkortunum, hevði tað givið hyggjarum eina betri mynd av Danmark, heldur Óli Breckmann. Í tí sambandi kann nevnast, at undir teimum Olympisku leikunum í Sydney í Australia seinasta summar, varð ein mynd av Gásadali nýtt á heimasíðuni hjá tí danska olympiska liðnum.

Óli Breckmann vísir á, at Føroyar og Grønland hava stórslignari nátturu av vísa enn Danmark, og tí hevði tað verið upplagt, at havt tey við í postkortunum. Eisini hevði tað verið við til at styrkt føroyska og grønlendska ferðavinnu, og harvið styrkt tann einstáttaða búskapin í Føroyum.

Formaður Fólkafloksins heitir á Elsebeth Gerner Nielsen um at gera alt fyri at geva Føroyum og Grønlandi henda einastandandi møguleikan at marknaðarføra sína ferðavinnu.