NSÍ-álopsspælarin Óli Hansen noyddist av vøllinum tíðliga í seinna hálvleiki við einum skaða. Hann fekk eitt slag í rivjabeinini, og líkt er til, at eitt rivjabein er brákað ella brotið. Óli spælir tí ikki seinasta dystin hjá NSÍ, sum verður ímóti B68 leygardagin.