Liðformaðurin var vónbrotin

Jóhan Troest Davidsen var liðformaður hjá NSÍ fríggjakvøldið, og hann var, sum vera man, vónbrotin eftir tapið í Gøtu:

-Vit vóru ikki klárir við dystarbyrjan, og tað kostaði. Teir vóru sera tendraðir og grammir, og tað er frágreiðingin uppá, at tað gekk, sum tað gjørdi, sigur Jóhan Troest Davidsen, sum ásannaði, at tað merktist inni á vøllinum, at Óli Hansen ikki var við í Gøtu:

-Onkrar rokeringar vórðu gjørdar. Tað at Óli restaði, kendist mest aftur í tí veruleika, at hann ikki var at stýra soleiðis, sum hann altíð plagar at gera, helt Jóhan Troest Davidsen, meðan heimaáskoðararnir sendu rakettir og annað fýrverk upp í vakra várkvøldið.

Átta mánaðir síðani seinast