Óli givin á landsliðnum

Liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum seinastu nógvu árini, tvøramaðurin Óli Johannesen, hevur valt at gevast á landsliðnum.

 

Hetta stendur at lesa á heimasíðuna hjá felagnum, www.tb.fo. Hann hevur boðað landsliðsvenjaranum frá, at hann ikki er tøkur til landsliðsfótbólt, men hvørjar grundirnar til hetta eru, er enn ikki greitt.