Óli Hammer:Hevði verið beiskt at slept endanum

? Tjóðskaparkenslan vigaði tungt, tá ið Smyril Line havnaði einum tilboði frá Eimskip um at yvirtaka farmadeildina hjá føroyska felagnum

Farmaflutningur

? Tað hevði verið beiskt at slept endanum.
Óli Hammer, stjóri í Smyril Line, sigur, at tað var avgjørt eisini av tjóðskaparligum kenslum, at Smyril Line havnaði einum tilboði frá íslendska felagnum, Eimskip, um at yvirtaka farmadeildina hjá føroyska felagnum, sum hevur verið umrøtt seinastu dagfarnar.
Men hann viðgongur kortini, at tað var ikki bara tað tjóðskaparliga, sum gjørdi munin.
? Tilboðið frá Eimskip var heldur ikki so gott, sum vit vildu hava. Tað spældi eisini inn, tað skal ikki dyljast, tí vit hava eisini partaeigarar, sum vit skulu røkja áhugamálini hjá.
? Men tað var heilt avgjørt, at tað tjóðskaparligi parturin av tí, vigaði eisini ógvuliga tungt.
Óli Hammer sigur, at upprunaliga var farmaflutningurin ikki grundarlagið undir Smyril Line.
? Men nú er tað vorðið ein reiðiliga týðandi partur av virkseminum og tað vilja vit gera nógv fyri at varðveita á føroyskum hondum.
? Peningur er ikki alt her í verðini, tó at tað allarmesta er til sølu fyri rætta prísin. Men vit halda, at tað hevur alstóran týdning at føroyingar varðveita flutningin á egnum hondum.
? Bert við at varðveita flutningin ímillum Føroyar og umheimin á egnum hondum, fáa vit skipa hann eftir okkara egna tørvi. Lata vit hann upp í hendurnar á øðrum, er tað ikki vist, at hann hevði verið skipaður, sum vit vilja hava hann og tað er ein vansi í einum samfelagi, sum er so bundið av millumlanda flutningi, sum Føroyar eru.

Komu í tvístøðu
Hann sigur, at í sambandi við tilboðið frá Eimskip, kom Smyril Line sostatt í eina rættiliga tvístøðu.
-? Vit hugsaðu eisini um tað tvístøðu, sum føroyskir innflytarar og útflytarar høvdu komið í, høvdu vit selt til Eimskip, tí so hevði at kalla allur farmaflutningurin farið á útlendskar hendur.
? Kappingin um farmaflutningin hevði meststum horvið, tí Eimskip hevði fingið at kalla einkarrætt upp á farmaflutningin til og úr Føroyum og tað hevði ikki tænt okkara áhugamálum, sum føroyingum.
Hann sigur, at tað er soleiðis í flestu londum, at tey royna at varðveita millumlandaflutningin á egnum hondum fyri at kunna skipa hann so, at hann tænir landsins áhugamálum mest møguligt.
? Vit hava eisini hesi seinastu árini megnað at fingið bæði flutning av ferðafólki og av farmi á føroyskar hendur, bæði á sjónum og í luftini.
? Tá ið vit settu Smyril Line á stovn, var tað tí, at vit hildu, at støðan var ikki tann besta fyri okkum føroyingar.
? Síðani er støðan batnað alla tíðina og tað vildi verið spell at avhenda farmaflutningin aftur- og tað harafturat á tær somu útlendsku hendur.
Óli Hammer sigur, at Smyril Line hevur havt framgongd og hann hevur rættiliga góðar vónir um, at klára tað líka væl einsamallir og tí gjørdu vit av at varðveita farmaflutningin á føroyskum hondum.
Hann vísir eisini á, at talan er um reiðiliga nógv arbeiðspláss og tað hevur eisini stóran týdning í føroyska samfelagnum.
--? Høvdu vit mist flutningin, høvdu vit eisini mist virðismikla vitan av landinum.
Óli Hammer ásannar eisini, at íslendskt vinnulív førir seg rættiliga ágangandi fram í Føroyum í hesum døgum og teir leggja stóra orku í at keypa føroyskt vinnulív.
Hetta er ikki ein gongd, sum hóvar stjóranum í Smyril Line.
? Nógvum føroyingum dámar ikki at hoyra undir Danmark. Tað mátti heldur ikki smakkað væl at gjørt okkum sjálvi til húskallar hjá íslendingum í egnum landi, heldur hann fyri og tað gongur sjón fyri søgn, at íslendingar keypa nógv vinnulív í Føroyum.