Óli Hansen & Helgi Lamhauge, Glyvra Skúli

Óli Hansen og Helgi Lamhauge ganga í 7.a í Glyvra Skúla. Teir vunnu mittasta bólkin í stuttsøgukappingini, sum KT-depilin skipaði fyri.

Teir siga seg ongantíð hava roynt tílíkt fyrr.
- Hetta hava vit so ongantíð roynt fyrr. Lærarin bað okkum fara í bólkar ein dagin í skúlanum, og so skuldu vit arbeiða saman uppá at gera eina krimistuttsøgu.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvussu var at arbeiða í bólkum við hesi stuttsøguni?
- Tað var fínt. Vit komu í bólk saman við teimum, sum blivu nummar 2 í kappingini, men tær koyrdu okkum úr bólkinum, tí tær hildu okkum vera ov óseriøsar, og so vunnu vit. Tað var rættiliga stuttligt.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvussu var at skriva eina tílíka stuttsøgu?
- Hetta var ringt í byrjanini, tí tað var rættiliga ringt at koma í gongd. Tá vit so fyrst vóru komnir í gongd, so gekst rættiliga væl at skriva.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Høvdu tit væntað at vunnið?
- Nei, tað høvdu vit ikki. Vit søgdu til stuttleika, at vit fóru at vinna kappingina, men innast inni høvdu vit nokk ikki heilt roknað við tí, søgdu teir báðir at enda.