Tað var ikki Torbjørn Jacobsen, men Óli Holm, sum formliga tók avgerðina um at áleggja Mikladals kommunu at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur.
Tað heldur Anfinn V. Hansen, løgfrøðingur.
? At ein landsstýrismaðurin hevur eina hugsan um nakað og sigur, at skúlin á Trøllanesi skal lata uppaftur, er eingin avgerð. Ein avgerð verður tikin, tá hon verður niðurfeld, og tað gjørdi Óli Holm, tá hann álegði Mikladals kommunu at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur.
? Tí er tað Óli Holm, sum er farin út um sínar heimildir og ikki Torbjørn Jacobsen. Torbjørn segði, at skúlin skuldi lata uppaftur, men formliga hevur Óli Holm tikið avgerðina, heldur løgfrøðingurin.
Heita brævið
Tað var tann 20.juli í ár, at Óli Holm sendi bræv til bygdaráðið í Mikladali. Í hesum brævi áleggur landsstýrismaðurin bygdaráðnum at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur.
Ein løgfrøðislig frágreiðing, sum varð gjørt í Mentamálastýrinum í farnu viku, kom til ta niðurstøðu, at landsstýrismaðurin ikki kann áleggja bygdaráðnum í Mikladali at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur.
Tí er ikki samsvar millum tað, sum Mentamálastýrið sigur seg hava heimild til, og tað sum stýrið í roynd og veru hevur gjørt.
Óli Holm sigur, at hann kendi tað sum sína uppgávu at kunna bygdaráðið í Mikladali um avgerðin hjá undanmanninum, Torbjørn Jacobsen, men tað var eitt mistak, at tað ikki varð skrivað í brævið, at tað var Torbjørn Jacobsen, sum í mai mánaði hevði tikið avgerðina.
Kalla tað mistak
Sambært Anfinni V. Hansen er eingin ivi um, at brævið frá Óla Holm til Mikladals kommunu er ein avgerð.
? Óli Holm hevur sent brævið, har Mikladals kommuna verður áløgd at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur. Tað gjørdi Torbjørn Jacobsen eftir øllum at døma ikki, og tí er tað Óli Holm, sum hevur tikið avgerðina í hesum máli, sigur Anfinn V.Hansen.
Hvørjar avleiðingar skal tað hava fyri landsstýrismannin?
? Í hesum føri er eingin skaði hendur av skeivu avgerðini, og tí kanst tú kalla tað eitt mistak. Men tað er vánaligur umsitingarsiður at senda skriv út, sum tað ikki er heimild fyri.
? Avgerðin er heldur einki verd, tá tað ikki er heimild fyri henni, og tí fær hon ongantíð gildi. Men tað er greitt, at hetta er eitt mistak, sigur Anfinn V. Hansen.
Løgmaður heldur vakt
Anfinn Kallsberg, løgmaður, heldur, at Mentamálastýrið er komið í eina støðu, sum tað ongantíð átti at verið komið í, men hann er ikki farin inn í málið enn.
? Alt sum er illgrunasamt mótvegis einum landsstýrismanni, havi eg skyldu til at kanna. Verða greiðar ábendingar um, at nakað ólógligt er farið fram í stýrinum hjá Óla Holm, so havi eg eisini skyldu til at kanna tað, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður vil ikki gera viðmerkingar til brævið frá Óla Holm til Mikladals kommunu og niðurstøðuna hjá løgfrøðingi um, at tað er sitandi landsstýrismaður, sum hevur tikið eina avgerð í heimildarloysi.