Føroyska fótbóltslandsliðið hevði í dag sína seinastu venjing undan dystinum móti Serbia í annaðkvøld. Venjingin var á kenda og siðvanda Crvena Zvezda, og her sóust nakrar greiðar ábendingar um, hvussu liðið fer at síggja út.
Í málinum er eingin ivi um, at Jákup Mikkelsen eigur pláss. Hinvegin hevur spurningurin verið, hvør skal út, nú Jón Rói aftur er tøkur til pláss í miðverjuni, og her bendir alt á, at Leif Miclasen má lúta.
Á miðvøllinum hevur Jákup á Borg víst gott spæl, og Jógvan Martin Olsen ásannaði eftir venjingina, at hann fegin vil hava royndirnar hjá Jákupi við á vøllin, um Jákup er førur fyri at spæla.
Tað gevur so aðrar møguleikar við Christiani Høgna Jacobsen og Símun Samuelsen. Og her bendi venjingin á, at Símun verður í vinstra borði, meðan Christian Høgni fær leiklutin sum álopssinnaður miðvallari. Hetta fyri at stuðla álopinum betur, ein tað varð gjørt í Portugal, tá tríggir verjukendar miðvallarar vóru sentralt. Og tað fer helst at kosta Bárði Olsen sessin.
Frammi fer valið so at standa millum Andrew av Fløtum og Andreas Lava Olsen, og her tykjast royndirnar hjá Andrew - og styrki hansara at halda upp á bóltin - at vinna tann dystin.
Tí kann roknast við, at liðið verður hetta: Jákup Mikkelsen - Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Jón Rói Jacobsen, Jóhan Troest Davidsen - Jákup á Borg, Mikkjal Thomassen, Atli Danielsen, Símun Samuelsen - Christian Høgni Jacobsen - Andrew av Fløtum.