Óli Mortensen vunnið gull

Óli Mortensen vann í dag gull á stuttgeil á eystaru økismeistarastevnuni í Danmark.

Hetta var á stevnu í Gladsaxe, har hann svam skjótastur av øllum við tíðini 3:53.93 í 400 frí.

Svimjing.com skrivar, at hetta eisini var skjótari enn skjótasta tíð í vestaru útgávuni, har Andreas Hansen svam skjótast við 3:54.70.