Kristi Himmalsferðardag skoraði hann ímóti B36 við einum dreymahøggi, og fyrst í hesum mánaðinum tryggjaði hann toftamonnum javnleik í grannauppgerðini ímóti NSÍ.
Óli Olsen hevur sanniliga gjørt vart við seg á besta liðnum hjá B68 og áðrenn tí á næstbesta liðnum. Tí hevur B68 eisini í dag gjørt avtalu við hann um restina av kappingarárinum í ár.
Sunnudag aftan á sunnudag hava hugflogsrík sms-boð streymað inn til kappingina í sendingini »Triðja hálvleikur« á Rás 2, sum hava snúð seg um henda góða fiskimannin hjá B68.
Men til kappingarárið í ár er liðugt, fer Óli Olsen nú at skifta kjansin við Vesturvón út við starv hjá Smíðlist, so nú verður tað hamari og sag í gerandisdegnum og so annars B68 eftir vanliga arbeiðstíð og um vikuskiftini.
? Óli hevur verið ein hollur stuðul, bæði í 1. deild og í Vodafonedeildini, har hann hevur víst síni evni á vøllinum. Vit í B68 eru sera glaðir fyri at hava tryggjað okkum, at Óli verður verandi kappingarárið út, skrivar B68-heimasíðan.