Óli Samró:Hann fær ilt í okkara grannar

Avdúkandi samanberingarnar millum lønsemi í føroyskari, norskari og íslendskari fiskivinnu, sum Óli Samró hevur staðið fyri, hava víst, at føroyingar eru nógv dugnaligari at fáa burtur úr tilfeinginum enn okkara grannar, sum hava nógv meira at taka av

Fiskivinna

Hann situr í erva omaná einum fyrrverandi skræddarí í Vágsbotni, við útsýni yvir flótibrúgvarnar og skipini á Vestaru vág og seymar saman hagtøl til fakta um fiskivinnuna í Norðuratlantshavi. Maðurin er búskaparfrøðingur, útbúgvin á lærdum háskúla uttanlendis, og er eins nógv uttanfyri landoddarnar sum heima. Hann hugsar skjótt, tosar skjótt og ferð er yvir honum yvirhøvur. Tað er Óli Samró her verður skrivað um. Hann er í svørtum frá topp til tá, væltrimmaður og reint genetiskt ein blandingur av einum fuglfirðingi, hellumanni og húsvíkingi, tað sæst. Tað hann tekst við um dagarnar øsir okkara grannalond. Hann er at síggja í íslendskum bløðum í løtuni og norskum við og tað eru fleiri sum halda hann verða heilt galnan í høvdinum.
Vit sita á ovaru hædd á skrivstovuni hjá Farec, ein føroysk einmanns granskingarfyritøka, sum heldur til í barnaheiminum hjá Sigmund Petersen, listamanni sála, íð hevur eina fortíð sum skræddari. Har sum fyrr lá trillutráður og kinesiskur tráður á gólvinum, er nú avtaglað við leidningum til telduútgerðina, sum er seinasta skríggj á skrivstovuni.
-Teir rista við høvdinum, og nú er aftur ein grein í Morgunblaðnum, sum greiðir frá, at tað sum eg føri fram er heilt burturvið, sigur Óli og tekur telefonina. Hon ringir alla somlu tíðina og Óli skeitur eitt sindur fjálturstundin at henni, missir tráðin, meðan hann júst er í ferð við at greiða mær frá onkrum torskildum tekniskum innan fiskivinnuna.

Eitt lívsprojekt
Komandi fríggjadag verður ein ráðstevna um kappingarføri og lønsemi innan fiskivinnuna í Havn. Undirtitulin er frá planbúskapi og marknaðarbúskap. Og tað er júst hetta evni Óli Samró hevur arbeitt við seinastu trý árini, síðan 1999. Hann stendur eisini sum stigtakari og samskipari av tiltakinum, og hetta verður tað seinasta í hesum umfarinum
-Hetta er størsta kanning, sum narkantíð er gjørd fyri at lýsa kappingarføri og lønsemi í fiskivinnuni í Norðuratlantshavi og úrslitini, sum hon kemur fram við, eru skakandi, sigur Óli Samró.
- Kanningin vísir stutt, at hóast íslendingar og norðmenn hava munandi størri tilfeingi, so er lønsemið í teirra fiskivinnu munandi verri enn tí føroysku. Og hetta eru ikki leysir pástandir.Tað er neyvan nakar sum hevur størri talgrundarlag enn eg at byggja hesa kanning á.
Nú er aftur ein íslendingur í telefonini, sum vil sannføra Óla um, at teirra kvotuskipan er betri enn føroyska fiskidagaskipan.

Norskur sosialpolitikkur
-Noreg nýtir fiskivinnuna til at reka sosial og mentanarpolitikk. Tað er eitt politiskt ynski í Noregi at hava eitt ávíst búsetingarmynstur og fiskivinnan verður løgd eftir hesum, ikki eftir um hon er lønsom ella ikki. Norðafyri 62 breiddarstig í Noregi er planbúskapur galdandi. Ja, hesin parturin av Noregi er einasti staturin á okkara leiðum, íð rekur sama búskaparpolitikk sum í gamla Sovjetsamveldinum. Sunnanfyri 62 breiddarstig er vanlig kaptalisma galdandi, sigur Óli Samró.
-Í Noregi er fría kappingin heilt tikin burtur. Skipini avgera ikki sjálvi hvar tey selja lastina. Tey kunnu ikki selja lastina, har tey fáa mest fyri hana. Tey eru bundin av einum virki og tey skulu landa har. Og fiskaprísurin hevur einki við fríar marknaðarkreftir at gera. Hann verður settur at Norsk Råfiskelag og Reiðarafelagnum, soleiðis sum tað passar teimum best, sigur Óli Samró.
-Flutningurin verður ofta fyriskipaður av teim somu, sum eiga kvoturnar. Har er ikki frí kapping. Hygg eftir øllum føroysku flutningsfeløgunum, OCD, Heri Thomsen, Ian Rasmussen o.s.v. Her er knallhørð kapping um flutningin og tann sum bíligastur er vinnir. Hygg eftir havnaviðurskiftunum. Hygg eftir útbyggingini í Havn, har umstøðurnar á havnalagnum í dag eru framúr. Flutningsviðurskiftini hava altstóran týdning fyri at fáa eitt gott úrslit í fiskivinnuni.
-Tey fáa munadi verri prís fyri fiskin bæði í Noregi og Íslandi. Eitt faktum er, at tænstuveitingin er dýrari í hesum londum og harvið gevur tann íslendska og norska fiskivinnan ikki tað yvirskot, sum rávørugrundarlagið er til, sigur Óli Samró.

Føroyingar dugnaligir
-Føroyingar fáa mest burtur úr tilfeinginum í Norðuratlantshavi og tað er ikki bara tí at prísirnir eru høgir. Orsøkin er einføld at føroyingar seinastu árini hava flutt frá planbúskapi til marknaðarbúskap og kappingin um fiskin er beinhørð, sigur hann.
-Føroyingar eru sera dugnaligir í dag at fáa burturúr. Skipini eru ikki longur knýtt at virkjunum og tað er knallhørð kapping um fiskin. Skipini eru heldur ikki knýtt at reiðarínum í Føroyum í dag. Nú er tað skipið sjálvt sum avgerð hvar tað vil selja og tað selir bert har sum tað fær besta prísin. Bjóðar ein keypari 15 oyru meir enn ein annar fyri kiloið, so fær hesin lastina. Tað merkir, at skal eitt virkið vera við í kappingini, so má virkið verða so rationelt sum gjørligt. Hetta er sum tá tú tveitir ein stein í ein hyl og hyggur eftir ringunum, sum breiða seg. Skipið verður so rationelt drivið sum gjørligt, tað skal hava sum mest fyri fiskin og skal eitt virkið hava nakran møguleika fyri at góðska hendan dýra fiskin við avlopi, so má tað verða so rationelt sum møguligt. Fríi marknaðarbúskapurin, kappingin, hevur positivt árin á alla fiskivinnuna. Skip og virkir geva antin avkast ella hvørva, sigur Óli Samró.

Bygdamenning
-Føroyska fiskivinnan er í dag stórtsæð uppbygd av eindum. Trolaraeigarar halda seg til trolarar, línueigarar halda seg til línu o.s.v. Hetta gevur effektivitet, tí menn halda seg til tað teir eru dugnaligastir til. Í Føroyum er í dag danska orðatakið galdandi. ?Skomager bliv ved din læst?. Her snýr tað seg um at halda seg til tað sum ein er bestur til, sigur hann
-Te,y sum siga, at øll fiskivinna er savnað á meginøkinum, á Skálafjørðinum vita ikki hvat tey tosa um. Best rikni ísfiskatrolarin í landinum er skrásettur í Dali. Ein av best riknu flakatrolarunum hoyrir heima og verður rikin av Sørvági. Nakrir av teim fremstu línubátunum hoyra heima á Norðskála. Nakrir av okkara bestu nótamonnum eru í Gøtu. Klaksvíkingar hava, umframt trolarar og línubátar, eisini fleiri av okkara bestu útróðarmonnum. Føroyska fiskivinnan verður ikki rikin í dag eftir prinsippinum um bygdamenning, men um avkast, sigur Óli Samró

Óttast partabrøv
Óli Samróð heldur ikki, at tað er heppið, um føroysku fiskifyritøkurnar verða skrásettar á partabrævamarknaðinum.
-Hyggja vit eftir okkara grannalondum so svinga feløgini eftir fiskaprísunum. Hetta kann vera vandamikið, tí spekulatión kann koma upp í . Bara fyri nøkrum fáum árum síðan varð virðið á partabrøvunum í alivinnuni risa høgt. Í dag eru tey í botni. Fiskaprísir vilja altíð vera ójavnir og fara partabrævaeigarar at spekulera í hesum, so kann vinnan fara á heysin uttan at fiskaprísirnir eru beinleiðis orsøkin, sigur Óli Samró.

Færri fólk
-Eg rokni við, at í framtíðini fara færri fólk at arbeiða í føroysku fiskivinnuni. Krøvini til lønsemi gerast altsamt størri, og tí verður meira av arbeiðinum gjørt við maskinum. Klára føroysku virkini ikki at góðska nóg bíliga, so er vandi fyri, at hetta arbeiði verður gjørt, eitt nú í Kina, har arbeiðslønin er munandi lægri. Tí fara vit at síggja fá, men ógvuliga spesialiserað fólk í føroysku fiskivinnuni. Tað verður ein kjarna av sera dugnaligum fólkum, sum í framtíðini fara at arbeiða innan fiskivinnuna. Í dag ynskja foreldur ikki at børnini skulu enda á einum flakavirki. Hetta verður ørvísi í framtíðini. Tá fara fólk at hava høgt status sum arbeiða innan fiskivinnuna. Hetta verða fólk við høgari løn og vit fara at síggja meira útbúgving innan fiskivinnuna. Tendensurin er longu her, eitt nú eru teir sum fóðra á alibrúkunum millum teir hægst løntu innan fiskivinnuna í dag, sigur Óli Samró.