Óli Simonsen 70 ár

ein seinkað føðingardagsheilsan

Tann 30. juni í ár fylti pápi, Óli Carl Simonsen, fyrrverandi lærari í Saltangará, sjeyti ár. Dagurin varð hildin í summarhúsi á vesturstrondini í Jútlandi, har vit systkini, makar okkara og børn okkara, vóru hjástødd. Pápi hevði bjóðað okkum øllum til Danmarkar at halda føðingardag sín á henda hátt. Fyri okkum øll var hetta ein ómetaliga stór uppliving, og tað var tað uttan iva eisini fyri teg sjálvan, pápi. Og tað takka vit tær av øllum hjarta fyri.

Pápi, vit minnast teg sum ein pápa, ið altíð hevur havt greiðar meiningar um tingini. Tú hevur eisini lagt í okkum, at umráðandi er at taka avgerðir í lívinum, ella sum tú onkuntíð hevur sagt: »lívið er at velja«. Í barnaárunum kundu vit uppfata teg sum nokkso avgjørdan til tíðir, men við árunum gjørdist tú »lagaligari«. Tú ynskti at læra okkum, at lívið krevur nakað av okkum øllum, og ein noyðist at gera mun, har ein er. Í dag eru vit tær takksom fyri, at tú lærdi okkum, at neyðugt er at arbeiða fyri at kunna fáa. Einki kemur av sær sjálvum.

Abbabørnini eru vorðin 9 í tali, og teimum dáma væl at koma inn í Heiðarnar at vitja abba sín. Har er gott pláss og góðar umstøður at spæla, og har eru kríatúr. Tey gleðast ikki minst, tá tú lesur teimum søgu ella syngur fyri teimum. Sum fyrrverandi lærari kennir tú nógvar føroyskar sangir og søgur, og kemur tað til skúlating við teimum eldru abbabørnunum, so er nógv at oysa av. Tað hevur ómetaliga stórt virði.

Pápi! Nú ert tú ikki nakar ársungi longur, men tað unga fríska sinnið er ikki farið nakran veg, tíbetur. Tú ert sera virkin, ert enn formaður í Eysturoyar Gongufelag, sum tú hevur verið í fleiri ár, og har ert tú sera væl umtóktur. Tú hevur framvegis seyð, hóast tú ert í ferð við at minka um hetta virksemið. Tú ert altíð úti um teg at skaffa mat til húsið – ikki bert títt egna hús, men eisini húsini hjá okkum børnunum. Tú hevur altíð verið innløgumaður, fór á hvørjum ári á Norðhavið, tá nógvur fiskur var at fáa tíðliga á vári, tú fórt á hvørjum ári eftir nátaungum, og tú fórt í grind, hvørja ferð tað lá fyri. Tú hevði gæs og syrgdi fyri, at vit øll fingu vælsmakkandi jólagás á hvørjum ári, og hesi framíhjárættindi læt tú eisini tíni systkin fáa gleði av, til tú fyri fáum árum síðani gavst at hava gæs. Eplir hevur tær altíð dámað væl at velta, og eisini hesum fáa vit børnini og tíni nærmastu gleði av, tá tú so javnan kemur við einum stórum posa av eplum. Sjálvandi hevur smábóndavirksemið títt eisini sett síni krøv til okkum, tá vit vóru børn í húsinum, og tað er eingin loyna, at man onkuntíð royndi at sleppa sær undan at hoyggja, velta eplir og sovorðið. Sum barn helt man tað vera nógv stuttligari at spæla og gera fortreð. Men alt í alt var nógvur lærdómur í hesum, og sum vaksin mugu vit bara sanna, at ein gerst ikki fátækari av at vera vaksin upp við kríatúrum og heimligum arbeiði.

Sjarman hjá tær hevur ongantíð bilað nakað. Tú ert opin og hevur altíð havt sera lætt við at koma í samband við fólk. Tú dugir sum fáur at finna okkurt áhugavert at tosa um og at halda talu í eini forsamling og fáa fólk at flenna, stendur ikki á. Tú ert væl umtóktur, har tú ert, og hevur verið stigtakari til mangt og hvat í tínum lívi. Millum annað vart tú formaður í NSÍ í yngri árum, og tú hevði eisini ein fingur við í spælinum, tá fimleikarfelagið Støkk varð sett á stovn. Sjálvur vart tú neyvan nakar ítróttarmaður, men tú hevur altíð ynskt, at tað skal henda nakað rundan um teg, og tað kunnu fleiri fegnast um.

Tú hevur nú rundað tey sjeyti og ert farin inn í lívsins heyst, kann ein siga. Tú hevur altíð havt góða heilsu og ert væl fyri kropsliga. Mangir av tínum forfedrum eru komnir væl til aldurs, áðrenn teir hava lagt árarnar inn: abbi tín á Selatrað (Óli í Miðtúni) gjørdist 94, omma tín á Høgabóli (Jóhanna) 97, men abbi tín á Høgabóli (Símun) gjørdist bert 69, og omma tín á Selatrað (Magdalena) 68. Mamma tín (Karolina) gjørdist 97, og pápi tín (Johan Esbern) 88. Av systkjum í bæði móðir- og faðirætt tína er stórur partur komin til høgan aldur, og hetta fær okkum at vóna, at tú fært eitt langt og gott heyst í tínum lívi. Tú ert lívsnjótari, so vit bera ikki ótta fyri, at tú fert at sita og keða teg.

Vit vilja við hesum eyðmjúku orðum enn einaferð ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum, sum var tann 30. juni.


Lena, Hilmar, Ester, og Tóra