Oddaliðið í Betrideildini hjá monnum, HB, heldur fram við at brynja hópin til komandi kappingarár. Í kvøld boðar felagið nevniliga frá, at sáttmálarnir við tveir av lyklaleikarunum eru longdir.
Spælararnir, ið hava longt um sáttmálan, eru toppskjúttin, Adrian Justinussen, og liðskiparin, Jógvan Rói Davidsen. Hetta skrivar HB á heimasíðu sínari í kvøld.
20 ára gamli Adrian Justinussen hevur fingið eitt risa gjøgnumbrot í ár og er greiður toppskjútti í Betrideildini við 19 málum. 26 ára gamli Jógvan Rói Davidsen hevur somuleiðis havt eitt gott kappingarár og varð herfyri úttikin til A-landsdystirnar ímóti Malta og Kosovo.
Sáttmálarnir hjá Adrian og Jógvan Róa eru galdandi fyri kappingarárið 2019. Í gjár boðaði HB eisini frá, at sáttmálin við høvuðsvenjaran, íslendska Heim Guðjónsson, var longdur.