Flogbóltur
Manslandsliðið í flogbólti, sum skal til Oyggjaleikirnar á Isle of Man, er eitt rættiliga ungt lið. Gamaní er stamman samansett av leikarum við drúgvum royndum, men tað eru teir ungu leikararnir, sum síggjast best.
Men hóast leikararnir eru ungir eru teir ikki blankir allir samlir, minni enn so. Ein, sum í hvussu er ikki kann teljast millum teir óroyndu, hóast hann er ungur, er Rúni Weihe. Hóast hann bara er 20 ára gamal hevur hann leikt fleiri enn 20 landsdystir, og nú hann fer til Oyggjaleikir, er tað sum liðskipari valdur av liðfeløgunum.
Stór framtíð
Tað er ein byrða at leggja á herðarnar á einum so ungum leikara, men hann smæðist ikki burtur. Í so máta hevur hann breiðar herðar, tí ungi havnarmaðurin hevur leikt flogbólt síðani hann var tólv ára gamal, og tí veit hann, hvat spælið gongur út uppá.
Spurdur, hvørjar vónir hann hevur fyri kappingina á Man, sigur Rúni, at málið altíð eigur at vera at vinna kappingina, men at tað kann fara at gerast torført, tí bólkurin, sum føroyingar eru endaðir í, er harður. Knallharður.
- Saaremaa hevur havt eitt sera gott lið seinnu árini og stillar Cayman Island upp við sterkasta liðið, so hevur eingin nakran kjans móti teimum. Teirra sterkasta lið er í einum flokki fyri seg. Seinast møttu teir við nøkrum góðum leikarum og onkrum minni góðum, og tí endaðu teir á sjeynda plássi, greiðir Rúni frá.
Hóast Rúni heldur, at føroyska liðið, sum hesaferð fer til Oyggjaleikir ikki er so sterkt sum undanfarin ár, so heldur hann at tað eru góðir framtíðarmøguleikar í liðnum. Ungu leikararnir skulu haldast til, og helst einasti máti at gera tað upp á er við at lata teir sleppa at royna seg til slíkar kappingar.
Ætlar sær av landinum
Tey, sum kenna Rúna og spæl hansara vita, at hann ofta hevur verið nógv skaddur, og hann váttar eisini, at so hevur verið. Men seinastu tvey árini hevur gingið betri og orsøkin, sigur Rúni, er at hann hevur vant stabila venjing. ? Eg haldi, at venjingini hini árini hevur verið ov ógvuslig og skiftandi, og tað hevur givið mær trupulleikar. Tvey tey seinastu árini hava vit vant stabila venjing og tað hevur givið kroppinum tíð at koma seg, greiðir Rúni frá.
Hann leggur afturat, at venjarin á landsliðnum ? hann er eisini venjari í felagnum hjá Rúna ? eigur størstu æruna av, at hann er sloppin so rímuliga snikkaleysur seinnu bæði árini. Men her fyri fór ryggurin kortini heilt av lagi.
- Eg havi fingið at vita, at muskulatururin í rygginum helst er ovbyrjaður og tí knýtti hann seg allur sum hann var. Nú havi eg gingið til viðgerð nakrar ferðir og tað sær út til at tað fer at koma upp á pláss, sigur Rúni.
Sum sagt er Rúni ungur maður og sum hjá so mongum teirra, liggur hugurin til at fara av landinum at royna seg. Heldur ikki í so máta er Rúni nakað undantak. Hann spælir næsta árið í Fram, men so verður leiðin løgd av landinum.
- Eg ætli at royna meg uttanlands, men hvar tað verður er sjálvandi tengt at, hvar í verðini gentan og eg enda. Vit ætla okkum til Suðuramerika at arbeiða og verður tað til nakað, so fari eg at royna meg í Suðuramerika. Tað er ein rimmar avbjóðing tí flogbóltur er næststørsta ítróttargreinin aftaná flogbóltin, so tann møguleikin má ikki sleppa óroyndur framvið, greiðir Rúni frá.
Eftir heiðusmerkjum
Um tað verður til tað, avhongur tó nógv av, um unnusta hansara kemur víðari við sínum ætlanum í Suðuramerika. Ger hon ikki tað fara tey bæði til Danmarkar og so verður tað danska kappingin, sum stendur fyri stavn. Men tað er eisini spennandi heldur Rúni.
- Mær stendur í boði at spæla við Frederiksberg Volley, har Sigmundur av Teigum leikar frammanundan. Jesper Brix, sum vandi landsliðið fyri tveimum árum síðani, er venjari har, so tað ljóðar bara heilt spennandi, sigur Rúni.
Men áðrenn tað standa Oyggjaleikirnir fyri stavn og hóast Rúni ætlar sær heiðursmerki heimaftur við sær, so er hann so mikið realistiskur, at hann veit, at stórar forðingar liggja á vegnum.
- Málið er at fáa heiðursmerki og fáa vit tað eiga vit at vera nøgdir, sigur hann at enda.