Jákup B. Andreasen í eini HB-troyggju. Tað er nokk marran hjá fleiri KÍ-viðhaldsfólkum. Og her stendur hann í HB-troyggjuni, men tíbetur fyri KÍ-viðhaldsfólkini, so er talan um skemt.
Liðskiparin hjá KÍ skal nevniliga giftast í næstum, og hetta er tí ein partur av skemtinum, sum vinfólkini hava skipað fyri í dag, nú tey hava lumpað hann í polterabend.
Miðvallarin hevur bara umboðað barndómsfelagið í síni yrkisleið, men eftir kappingarenda hevur á fyrsta sinni verið sett spurnartekin við framtíðina hjá liðskiparanum hjá KÍ. Sáttmálin gekk og hann flytur til Havnar í útbúgvingarørindum.
Tað gekk tó ikki long tíð, so var undirskriftin sett á ein nýggjan sáttmálan, sum ger at Jákup B. Andreasen aftur verður at síggja í KÍ-troyggjuni komandi kappingarár sum liðskipari – og giftur maður!
##med2##