Óli skivar um træskipasmíð

Tá ið 50-tonsarin Jøkul í 1978 fór av bakkastokki á Grótrætt norðan fyri Klaksvík, var samstundis liðugt at smíða træskip í Føroyum.

Tá ið 50-tonsarin Jøkul í 1978 fór av bakkastokki á Grótrætt norðan fyri Klaksvík, var samstundis liðugt at smíða træskip í Føroyum. Motorbátaøldin tekur við, og nógvir motorbátar verða smíðaðir.
Í bókini “Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð”, sum inniheldur nógvar myndir myndir og skipatekningar, greiðir Óli Olsen, fyrrverandi sjómansskúlalærari, frá føroyskum træskipasmíði frá elstu tíð til okkara dagar, og í bókini er listi við um leið 250 motorbátum smíðaðum í tíðarskeiðnum 1900-1940.
Í partinum”Skipatekningar” finnast tekningar av motorbátum og skipum. Nevnast kunnu eitt nú Eli og Bragi, sum Lias í Rættará smíðaði ávikavist í 1901 og 1917.
Bókin verður løgd fram á tiltaki í Ósáskúlanum í Klaksvík mikukvøldið kl. 19.30.