Danmark:
Í Sundby Idrætspark spæla teir altíð fyrrapartin sunnudag. Nú sunnudagin vóru tað Óli Johannesen og Hvidovre, sum vitjaðu Fremad Amager. 915 áskoðarar møttu, og teir sóu Hvidovre vinna 2?0 ímóti heimaliðnum, sum onkuntíð hevur sæð betri dagar, enn teir gera nú. Fremad Amager er í stórum niðurflytingarvanda.
Málini komu miðskeiðis í 2. hálvleiki. Hvidovre skoraði í 66. og í 67. minutti, og Óli Johannesen eigur enn til góða at skora fyri nýggja felagið hjá sær.
Tá Peter Schmeichel keypti seg inn í Hvidovre, segði hann, at málið var at røkka bestu deildini. Hann helt tað vera veruleikafjart at rokna við uppflyting í ár, men hann metti tað ikki at vera av leið at røkka sætta plássinum. Eftir sigurin á Amager sunnumorgunin er Hvidovre á sjeynda plássinum. Tað er tætt undir Hvidovre, meðan tað eru fýra stig upp til sætta plássið.
Eitt av liðunum omanfyri Hvidovre er Farum, sum sera fegið vil upp í bestu deildina. Peter Brixtofte, borgarstjórin í Farum, stendur á odda fyri liðnum, sum heilt víst ætlar sær at flyta upp komandi ár. Tað sæst m. a. í, at teir hava keypt fleiri spælarar úr bestu deildini.
Fríggjakvøldið fær Hvidovre vitjan av Farum, sum í løtuni er á fimta plássi.
Á sætta plássinum, sum Hvidovre ætlar sær, er gamla stórfelagið á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, B93. Har tykist tað kortini ikki ganga nakað serligt. Um vikuskiftið sóu 301 áskoðarar B93 tapa á heimavølli 2?1 ímóti Skive, sum ongantíð hevur gjørt nakað serligt um seg, og sum í løtuni er niðarlaga á støðutalvuni.
Sunnudagin styrkti gamla meistarafelagið, Esbjerg, nógv um sína støðu í stríðnum um uppflyting. Størstu kappingina fáa teir frá Frem. Sunnudagin hittust hesi bæði liðini á heimavøllinum hjá Frem í Valby. Esbjerg vann 2?1, og harvið bendir nógv á, at steðgurin hjá Esbjerg í næstbestu deildini á hesum sinni bara verður eitt ár..
Tað eru fimm umfør eftir at spæla, og umframt Esbjerg og Frem mugu Køge og Vejle roknast sum møgulig evni til uppflyting. Vejle gjørdi sína skyldu, tá teir vunnu 3?0 á heimavølli ímóti FC Aarhus, sum er í stórum niðurflytingarvanda.
Hjá Køge gekk munin lakari. Teir taptu á heimavølli 2?0 ímóti Randers Freja, sum Atli Gregersen er knýttur at.