Talv
Manningarnar í 1. deild eru áhugaverdar í ár. Eitt nú hava hvalvíkingar fingið Rógva W. Rasmussen í sín part, og ilt er at meta um nakran ávísan favoritt at vinna FM-heitið. Havnarmenn høvdu, hóast teir vunnu, eitt skert lið um vikuskiftið. Ivamál er um hvussu nógv Martin Poulsen verður við teimum í ár. Hann ætlar sær nevnliga at telva nógvar kappingar kring Evropa í næstum.
Javnt eftir 1. umfar
Allir tríggir dystirnir í 1. deild í føroysku liðkappingini endaðu 2,5 ? 1,5.
Í Havnini vunnu verandi føroyameistararnir á toftamonnum. Toftamenn vóru eins og havnarmenn nakað skerdir. Jens Kristian Hansen leikti ikki við sunnudagin, og tí eru toftamenn helst eisini nøgdir við hálvtannað stig. Topptalvið endaði við javnleiki millum Olaf Berg og Boga Ziska.
Torkil Nielsen gjørdi bart við svarta fólkinum móti Ólavi Simonsen. Torført er at vinna á Ólavi, serliga við svarta fólkinum, men Torkil hevur taktisk evnir sum fáur, og vann hann eitt gott talv. Bróður Torkil, Sonnie Nielsen, fekk eisini eitt gott úrslit. Hann hevði fyrimun í endatalvinum móti Rana Nolsøe, men klaksvíkingurin stríddi seg til javnleik. Klaksvíkingar vunnu tó tepran sigur á sandavágsmonnum, við at vinna á triðja og fjórða borði.
Í Kollafirði vann heimaliðið tepran sigur á hvalvíkingum. Hans Kristian Simonsen og nýggi maðurin á hvalvíksliðnum, Rógvi W. Rasmussen, leiktu javnt. Tann støðugi Finnbjørn Zachariassen leikti ikki við í dag á hvalvíksliðnum, og tað kostaði helst eisini sigurin. Einkultúrslit úr øllum dystunum og støðan kann lesast aðrastaðnis í blaðnum í dag.
2. deild
Eins og í 1. deild, endaði allir dystirnir í 2. deild við somu siffrum. 3-1 varð felagsúrslitið í 1. umfari. HT2, KT2 og VT vunnu sínir dystir á ávíkavist KTF2, RT og VT2. IM John Rødgaard sum aftur í ár telvar við vestmenningu, telvaði tó ikki hetta vikuskiftið.
Góð byrjan í donsku 1. deild
Leygardagin tók føroyska talvfelagið í Keypmannahavn fyrsta takið í bestu donsku deildini. Vónirnar vóru góðar undan dystinum móti Nørresundby, sum eru eitt petti lægri styrkismettir enn føroyingarnir.
Tendensurin varð frá fyrsta leiki góður. Telvararnir á føroyska liðnum løgdu væl út, nærum allir høvdu tamarhald og fyrimunir í talvunum, og skjótt skolaðu stigini inn. Norski stórmeistarin á liðnum Einar Gausel hevði tó eina heldur keðiliga støðu, og valdi at taka av javnleikstilboðnum. Tá roykurin hevði lagt seg, hevði føroyska liðið leikt seg til ein góðan 5,5 ? 2,5 sigur. IM Nikolaj Borge, John Arni Nilssen, Flóvin Tór Næs og Carl Eli Nolsøe Samuelsen vunnu, meðan GM Gausel, Heini Olsen og Heini Danielsen leiktu javnt. Eyðun Nolsøe tapti tíverri eftir ein avgerandi feil í einari annars vinnandi støðu.
Sunnudagin varð mótstøðuliðið SK 68 úr Århus, sum er eitt javntsterkt lið samanborið við tað føroyska. Úrslitið gjørdist 4-4. Einar Gausel, Heini Olsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen vunnu síni talv, meðan John Arni Nilssen og Heini Danielsen leiktu javnt.
Alt í alt tvey góð úrslit um vikuskiftið, sum viðførir eitt deilt triðja pláss við 9_ stigum av 16 møguligum í fremstu donsku deildini. Triðja umfar verður 7. desembur, og tá hittur føroyska felagið danmarksmeistarunum seinastu trý árini, Helsinge. Fylgið við á www.dsu.dk/division/div42/divi42.htm.