Liðug á heysti 2013

Næsta útbjóðingarumfar í samband við bygging av nýggjari fimleikarhøll í Runavík er byrjað. Verkætlanin varð bjóðað út sum heildarveiting og varð útbjóðingin skipað í tveimum umførum.

- Fyrsta umfar er nú av og hevur dómsnevndin útnevnt tríggjar fyritøkur at kappast víðari í øðrum umfari. Hesar fyritøkur eru J&K Petersen Contractors og MAP Arkitektar, TN Bygging og Fuglark, Búsetur og BBP Arkitektar.

Runavíkar kommuna sigur í tííðindaskrivi, at fyritøkurnar skulu lata endalig uppskot inn hin 1. februar 2012 og verður vinnarin kunngjørdur hin 1. mars 2012.

Tað var í summar, at Runavíkar býráð samtykti at fara undir at fyrireika bygging av nýggjari fimleikarhøll í Runavík, sum, umframt at hýsa øllum vanligum fimleiki, eisini gevur rúm fyri alternativum virksemi til rørslu, javnvág, spæl og annað. Í høllini verður eisini opið spæliøki, sum kann brúkast til nógv ymisk endamál, tá ræður um eitt sunt og virkið lív. Har umframt skal høllin eisini kunna brúkast til størri tiltøk, eitt nú ráðstevnur, stórar framsýningar og annað.

- Ætlanin er, at nýggja fimleikarhøllin skal standa liðug og klár at taka í nýtslu á heysti 2013, sigur Runavíkar kommuna.

Myndin vísir økið millum fótbóltsvøllin og ítróttarhøllina, har ætlanin er at byggja nýggju fimleikarhøllina í Runavík.