Liðugt hjá H71

Aftur hesa ferð var Kyndil liðið, sum dugdi at halda høvdið kalt, og so misti H71 púrasta sambandið við oddin

H71-Kyndil 24-26 (11-15):


Tað tykist vera ein farin tíð, tá H71 plagdi at hava takið á Kyndli. Í vetur hevur Kyndil kanska havt tað tungt, men í Hoyvík hava teir stórtrivist, og aftur sunnudagin gjørdist talan um sigur.

Størsta partin av dystinum var tað eisini Kyndil, sum hevði munin, og hoyvíkingar máttu við nervum hyggja at, meðan lið teirra datt alt longur frá møguleikanum um ein sess í FM-finaluni.

Móti dystarenda kom tó spenningur í aftur. H71 togaði seg alsamt nærri Kyndli, og tá ein góður minuttur var eftir at spæla, stóð á jøvnum.

Men Kyndil helt tó høvdinum kalt. Heldur enn at fara í panikk, nú H71 hevði togað seg ájavnt, lótu teir grønu mótstøðuna um at gera mistøkini, og so kundu teir staðfesta sigurin við teimum báðum seinastu málunum í dystinum.

Og hetta var eftir øllum at døma seinasta spruttið hjá H71 í royndunum at røkka finaluni. Hjá Kyndli er tann spurningurin ikki so øgiliga aktuellur, men liðið er mest sum finaluklárt til steypafinaluna, og tað er uttan iva ein møguleika, sum teir grønu vilja leggja alstóra orku í.


Fakta um dystin

H71-Kyndil 24-26 (11-15)

10 min: 5-7

20 min: 9-11

40 min: 16-19

50 min: 20-22

Málskjúttar

H71: Halgir Dahl Olesen 7(2), Janus Sørensen 6, Dánjal Tórgarð 5(2), Esbern Patursson 3, Niels Viggo Niclasen 1, Eyðun Høgjaard 1, Bárður Brimvík 1, Johnny Durhuus 1

Kyndil: Finnur Hansson 8(1), Høgni Klein 6, Hans Áki Dal Christiansen 4(2), Hjalti M. Jacobsen 3, Josef Abrahamsen 2, Janus Einar Sørensen 2, Rani Ellingsgaard 1

Brotskøst: H71 5, Kyndil 4

Útvísíngar: H71 4, Kyndil 2

Diskvalifikatiónir: H71 1 (beinleiðis reytt), Kyndil 1 (beinleiðis reytt)

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen