DM í svimjing á stuttgeil er í hesum døgum, og í dag er eitt føroyskt heiðursmerki komið í hús.
Tað var føroyski svimjarin, Óli Mortensen, sum vann bronsu í 800 metrum frísvimjing. Óli svam teinin upp á 7:54.64, sum sambært svimjing.com er hansara næstbesta nakrantíð. Tann besta er 7:53.68.
Axander Aslak Nørgaard vann gull við tíðini 7:42.73 og Mikkel Gadgaard silvur við tíðini 7:52.08.