Óli vil ikki tosa um gull

Dysturin hjá NSÍ ímóti HB í gjár var ein avgerandi roynd fyri liðið úr Runavík, men hóast tað endaði við sigri, so vil NSÍ-liðformaðurin ikki tosa um, at NSÍ nú verður føroyameistari.

- Hesin dysturin var ikki nakar altavgerandi dystur fyri okkum. Vit hava framvegis tríggjar dystir eftir at spæla, og nú hyggja vit fram til næsta dyst. Vit taka ein dyst í senn, segði Óli Hansen.

Hann var væl nøgdur við avrikið hjá NSÍ.

- Vit byrjaðu ikki so væl, men nakað út í fyrra hálvleiki taka vit yvir. Vit skora eitt mál í fyrra hálvleiki og eitt í seinna hálvleiki, og eg eri sera væl nøgdur við okkara avrik í dag, segði hann.

NSÍ skal í seinastu trimum dystunum spæla ímóti GÍ, VB/Sumba og KÍ.