Libanski knúturin II – blóðdálkaður og stadnaður

Sunnudagin í farnu viku gjørdist tað enn meiri sjónligt, at 15 ára langa borgarakríggið í Libanon ikki er farið afturum. Libanar hava ikki gloymt, hóast lítið og einki alment kjak hevur verið um kríggið gjøgnum 90ini og líka inntil morðið á fyrrv. forsætisráðharran Rafiq Hariri í 2005. Hesa tøgnmentan sær mann aftur í ymiskum bókmentum, t.d. í lærubókum hjá libanska fólkaskúlanum og miðnámsskúlanum.

Stutt eftir at eg var byrjaður sum lesandi á fróðskaparsetrinum í Keypmannhavn, vitjaði kendi libanski høvundurin Elias Khoury. Hann helt fyrilestur um skaldskap sín og um kynstrið at fortelja søgu. Hann tosaði serliga um týdningin í tí at skriva skaldskap á einum málið, ið varð sprottið úr gerandisdegnum – hetta fyri at viðgera týðandi viðurskifti, t.d. tabu o.líkn., ið eitt samfelag hevur at dragast við. Hetta gjørdi mann ikki í tí skaldskapinum, sum kom út í Libanon, metti Elias Khoury, og samstundis var hetta serliga ein eftirspurd mangulvøra í Libanon – eitt samfelag sett saman av fleiri smærri trúarsamfeløgum (søguliga eitt økið har minnilutabólkar leitaðu sær skjól) og eitt samfelag við einum 15 ára langum borgarakríggi í viðførinum. Eftir hansara meting kundi skaldskapur hava ein samfelagsligan leiklut við at fáa hol á libansku tøgnmentanin, ið lá yvir samfelagnum. Hesin arabiski høvundurin, ið telist millum teir fremstu arabisku og hvørs flestu verk eru týdd til enskt, legði nevniliga eina týðandi staðfesting fram hendan fyrrapartin í seinnu helvt av árinum 2000: Libanon er ikki komið yvir borgarakríggið. Libanska tøgnmentanin - skúlaverkið Gjøgnum tey meiri friðarligu 90ini hevur ein tøgnmentan ligið omaná almenna kjakinum. Libanar hava ikki verið á einum máli um at lýsa brogarakríggið, at tilluta ábyrgd og óheiðurligar leiklutir. Og frá almennari síðu hava sitandi politikarar og leiðarar valt ikki at tosa um ella viðgera kríggið. Evnið hevur verið ov eymt. T.d. hevur mann í lærubókum, hjá fólkaskúlanum og miðnámsskúlanum, lagt størstu áherðsluna á eitt sameint Libanon, har »lógin verður fylgd«, og hevur mann stórt sæð ikki umtalað borgarakríggið. Ein einfald orsøk er hon, at fleiri av politikarunum vóru virknir oddamenn undir sjálvum borgarakrígnum og tí hava teir ikki ynskt at fáa hetta fram. Í Ta´ið Avtaluna frá 1990 (samtykt og skrivað í saudi arabiska býnum Ta´if) er m.a. ein partur um ungdóm og skúlaverkið. Her eftirlýsti mann nýtt lærutilfar til søgufakið og samfelagsligu fakini. Lærubøkur skuldu miðja eftir at styrkja um tjóðarskaparliga tilknýtið hjá næminginum til Libanon. Eisini skuldi mann finna eina semju í lærubókum til søgufakið og undirvísing annars, galdandi fyri alt samfelagið. Men í libansku eftirkrígstíðini eru tær flestu verkætlanirnar kollsigldar, tí partarnir í arbeiðinum hava havt ov ymisk sjónarmið um evnið. Politikarar við avgerðunum hava í samsvari við tað statsliga ráðandi sjónarmiðið síðan 1990, hildið fast um, at áherðslan á libanska ymiskleikan við fleiri trúarsamfeløgum saman við fremmandari uppíblanding, er rótin til alt ónt; og tvs. borgarakríggið. Funnist hevur verið at frálærutilfarinum fyri at ganga alt ov lætt um sannleikan og so eisini ímóti honum. Atfinningarnar koma frá ymsum persónum úr borgarasamfelagnum. Ein trupulleiki sigst vera, at lærubøkur ikki greiða nøktandi frá krígnum, tess uppruni og fylgjur. Í eini gjøgnumlestri av 10 samfelagsligum skúlabókum, frá árum eftir 1990, verður borgarakríggið, um tað yvirhøvur verður nevnt, viðgjørt einans á yvirflatuni og tilvildarliga (t.d. við myndum av oyðiløgdum bygningum og ungdómum, ið rópa »nei til kríggj, ja til frið.«). Tann eina bókin sipar, so at siga, til at søgan fyri libanar endaði í 1943, tá ið Libanon varð stovnað – eftir ´43 verða hendingar, og serliga bardagar, næstan ikki nevndar. Harafturat, stendur skrivað í tí einu bókini, at »samveran í Libanon ongantíð hevur verið betri« og, at »Libanon er eitt tolsamt samfelag, hvørs borgarar trívast og liva sum brøður.« Hetta er at fara skeivur av veruleikanum, sum hann hevur víst seg seinastu árini og serliga síðan seinasta vikuskifti. Eingin sannleikadómstólur í Libanon Í Libanon hevur mann ikki, eins og t.d. í Suður Afrika, havt sannleikadómstólar, har krígsbrotsverk og illgerðir hava verið viðgjørdar. Undir libanska borgarakrígnum hvurvu 17.415 persónar. Og enn í dag spyrja fleiri seg sjálvan hvagar hesir eru endaðir. Og fleiri av oddamonnunum í mongu herliðunum, sum bardust tá, hava sitið gjøgnum 90ini og sita enn í dag á ovastu politisku sessunum. T.d. verður hetta umtalað í einum filmi frá 2000, »In the Shadows the City«, sum finst serliga nógv at oddamonnum. Í filminum er eitt petti, har ein bólkur av kvinnum heldur eitt mótmælistiltak uttanfyri høvuðsstøðina hjá eini herdeild, og hetta er seint undir borgarakrígnum. Kvinnurnar ganga og vísa fram myndir av synum og monnum, ið eru horvnir undir borgarakrígnum. Tann eini leiðarin, sum í 90unum kom at sita á einum týðandi statsligum sessi, kemur út og biður tær fara heim at ansa eftir børnunum og lata fortíðina fara. Libanska tjóðartingið tók í august 1991 ítøkilig stig til, at samfelagið skuldi gloyma borgarakríggið og halda á fram, sum um lítið og einki var hent. Fyrrverandi herdeildarleiðarar komu í tingið og ein almenn amnesty var kunngjørd, galdandi fyri allar brotsgerðir, ið høvdu við kríggið at gera. Einasti herdeildarleiðarin, ið var settur fyri ein dómstól í samband við borgarakríggi, fekk amnesty í 2005. Komandi tíðin verður serliga avgerandi fyri libanar. Dirvi skal undir øllum førum til fyri at trína fram og siga sonnu libansku søguna, eins og høvundurin Elias Khoury eftirlýsti. Men undir núverandi umstøðum (sí stubba omanfyri) er tað helst ov seint til at slíkt fer at gera mun. -------- FAKTA ? Lýðveldið Libanon, stovnað í 1943. ? 93 % av libanum hava arabiskt sum móðurmál. Muslimar 54 % (shiamuslimar 34%, sunnimuslimar 20%), Kristin 36%, drusar 8%. ? Ofta lýst sum eitt »trúarsamfelagsligt lýðveldi« orsakað av samansetingini av fólkabólkunum í samfelagnum, og ikki, eins og hini arabisku lýðveldini – Sýria, Egyptaland, Yemen og Libia – sum eitt »sosialistisk« lýðveldi. ? Libanska borgarakríggið fevndi um allar týðandi partarnar í samfelagnum. Grannarnir, Ísrael, Sýria og palestinar, vóru eisini virknir í stríðnum, ofta í samstarvi við libanskar partar. Tøl frá 1992 siga, at tils. 144.240 fólk doyðu. ------ Ófriðarligt vikuskifti Sunnudagin kom harðskapurin í Libanon á eitt annað og enn meiri álvarsligari stig síðan 1990, tá ið libanska borgarakríggið formelt endaði. Hesaferð var libanski herurin uppií, tá ið átta mótmælisfólk doyðu undir ófriðinum – av hesum doyðu minst fýra shiamuslimar av byrsuskotum. Og hesin munurin kann gerast sera álvarsamur, tí herurin hevur frammanundan verið mettur at vera nevtralur í mun til ymsu bólkarnar í Libanon. Hendingarnar fóru fram undir mótmælisgongum í shiamuslimska býarpartinum av Beirut., mótmælt varð ímóti vánaligu streymveitingini í hesum sama parti av Beirut. Fremsta ensk mælta blaðið Daily Star skrivaði í vikuni, at sníkiskjúttar á høghúsum í økinum skutu eftir mótmælisfólkunum. Bara tveir dagar frammanundan harðskapin á gøtunum í Beirut lat ein løgregluovasti lív í eini bilbumbu. Hesin hevði ein týðandi leiklut í eftirkanningum av fleiri yvirgangsatsóknum, sum hava tikið lívið av fólkavaldum umboðum, týðandi fjølmiðlafólkum og nú síðan desembur ´07 tveimum hermonnum úr libansku trygdarherinum, ið nú eftir øllum at døma verður spakuliga drigin longur uppí stríðið. Amnesty: Óheft kanning av tilburðunum Felagsskapurin Amnesty International hevur í almennum skrivi heitt á stjórnina um at gera eina óhefta kanning av tilburðunum sunnudagin, har ið minsta lagi átta persónar lótu lív. Sagt verður í skrivinum, at hendan kanningin ikki skal gerast av libanska herinum ella øðrum trygdartænastum, men skal vera neyv og har skal berast skjótt at, og so skal kanningin lúka altjóða treytir viðvíkjandi óheftni. Forsætisráðharrin Fouad Siniora kunngjørdi beinanvegin, at hendingarnar fóru at verða gjølla kannaðar. Sambært vitnum lótu einstakir úr libanska herinum skot av, men vitnir sóu eisini aðrar ókendum menn, lata skot av frá háhúsum nærhendis mótmælisgonguni. Nakrir mans vórðu handtiknir sama dagin, og mett verður, at teir eru undir illgruna fyri at hava skotið inní mótmælisgonguna frá háhúsunum. Men fjølmiðlarnar á staðnum hava einki fingið at vita um, hvørjir hesir eru.