Libya umhugsar at keypa BP

Tað er ikki óhugsandi, at Libya fer at keypa ein part av bretska oljufelagnum BP. Nevndarformaðurin í tí almenna libyska oljufelagnum segði í gjár, at hann hevur mælt myndugleikunum til at umhugsa møguleikan, nú óhappið í Meksikoflógvanum hevur trýst prísin á BP biður í helvt síðani í apríl.

Bretska blaðið Financial Times veit at siga, at BP er farið at leita eftir íleggjarum í Miðeystri fyri at fáa fatur á nýggjum kapitali ístaðin fyri tað, sum rennur úr kassanum orsakað av óhappinum í Meksikoflógvanum. BP kunngjørdi í gjár, at óhappið hevur higartil kostað felagnum einar 18 milliardir krónur.

Sambært Financial Times er tað ikki bara Libya, sum hevur víst áhuga fyri at seta pening í BP. Eitt nú hava fleiri oljulond í Miðeystri sett nógvar pengar í serligar oljugrunnar tey seinastu árini, og nú vónar BP at fáa eitt sindur úr hesum grunnunum.

Libya hevur eisini nógvar oljupengar. Harafturat hevur BP verið virkið í Libya í fleiri ár, so tað er als ikki óhugsandi, at Moammar Gaddafi verður BP-eigari í næstum.