Liðfelagi hjá Jóan Símuni til Manchester City

Premier League: Manchester City hevur gjørt sáttmála við málverjan Stefan Ortega

Manchester City hevur gjørt sáttmála við 29 ára gamla týska málverjan Stefan Ortega. Hann var liðfelagi hjá Jóan Símuni Edmundsson í Arminia Bielefeld frá 2011 til 2014, og 2017 til 2022.

 

Jóan Símun Edmundsson sigur í stuttari viðmerking, at Stefan Ortega er besti spælarin, sum hann nakrantíð hevur spælt saman við. Hann sigur, at Stefan Ortega er ein nýmótas málverji, sum var ein av stóru orsøkunum, til at Arminia Bielefeld flutti upp í Bundesliguna.

 

Stefan Ortega avloysir Zack Steffen sum eykamálverja í Manchester City. Zack Steffen stóð millum annað í mál, tá Manchester City tapti FA Cup hálvfinaluna móti Liverpool. Tá gjørdi hann eitt ordans dropp.