Tað hevur verið eitt gott FM fyri lið í svimjing, tí fleiri nýggj føroysk met er tikin um vikuskiftið, og á síðsta finaludegnum kom tað triðja føroyska metið fyri lið. Tað var liðið hjá monnum hjá Havnar Svimjifelag, sum setti føroyskt met í 4X100 frí við tíðini 3:31.87 og teir, sum mannaðu liðið vóru Bartal Erlingsson Eidesgaard, Òli Mikkelsen, Silas Dam Lindberg og Isak Brisenfeldt. Havnar Svimjifelag átti føroyska metið frammanundan, sum var 3:35.69, sum varð sett 26/4 í 2026.
– Vit ynskja Havnar Svimjifelag og teimum 4, sum mannaðu liðið hjartaliga til lukku











