Kunnu taka stórt stig móti European League áttandapartsfinalunum

Vinnur Skanderborg Århus á Eurofarm Pellister á heimavølli í annaðkvøld sær gott út hjá liðnum at røkka áttandapartsfinalunum í EHF European League

 

Í annaðkvøld hava Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus ein gyltan møguleika at taka eitt stórt fet móti áttandapartsfinalunum í EHF European League.

 

Klokkan 17.45 byrjar dysturin á heimavølli móti norðurmakedonska liðnum, Eurofarm Pellister.

 

Undan dystinum er Füchse Berlin oddalið í bólki D við 12 stigum. Skanderborg-Århus hevur átta stig, Bidosoa Irun hevur sjey stig og Eurofarm Pellister hevur fimm stig. Motor Zaporozhye hevur trý stig og aftast er Aguas Santas við einum stigi.

 

Vinna Hákun og liðfelagarnir á Eurofarm Pellister vera teir fimm stig frammanfyri Eurofarm Pellister við bert trimum dystum eftir at spæla í bólkinum. Fýra tey ovastu liðini vinna seg í áttandapartsfinalurnar, og við heimasigri í morgin fer tann málsetningurin at vera gott og væl rokkin hjá Skanderborg Århus. 

 

Skanderborg Århus hevur tó heimadystir eftir móti báðum botnliðunum, Motor Zaporozhye og Aguas Santas seinni í februar. 

 

Veddingarfyritøkurnar hava Skanderborg Århus sum greiðan favoritt móti Eurofarm Pellister.

 

Gjøgnumsnitsoddsini uppá heimasigur til Skanderborg Århus eru 1,32, meðan gjøgnumsnitsoddsini upp á útisigur til Eurofarm Pellister eru 4,39.