Liðið hjá Hera er fremst við fullum stigatali

Strømmen hevur fingið fult í teimum fyrstu trimum dystunum

Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnir í Strømmen IF í triðbestu norsku fótbóltsdeildini eru einsamalt oddalið í øðrum bólkinum við fullum stigatali, níggju stig aftaná tríggjar dystir.

 

Í dag vann Strømmen 4-2 á eykaliðnum hjá Vålerenga. Longu aftaná 39 minuttirs spæl vóru fimm mál skotin. Tá var Strømmen á odda 3-2. Tíðliga í seinna hálvleiki økti Strømmen til 4-2.

 

Heri kom á vøllin tá eitt lítið korter var eftir av dystinum.

 

Heri hevur fingið spælitíð í trimum teimum fyrstu dystunum, men tað hevur ikki verið av tí mesta enn.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18.05 tekur Strømmen móti Lillestrøm úr bestu deildini í øðrum umfarinum í norsku steypakappingini. 

 

Og longu komandi leygardag er aftur dystur í triðbestu deildini. Hesaferð á heimavølli móti Kjelsås.