Liðið hjá Ingibjørg nærkast Europa Cup fjórðingsfinalunum

ÍBV vann fyrru fjórðingsfinaluna á útivølli

Liðið hjá Ingibjørg Olsen, ÍBV spælir hetta vikuskiftið áttandapartsfinalur í Europa Cup kappingini. Báðir dystirnir vera leiktir á Heimey.

 

Í dag leikti ÍBV fyrru áttandapartsfinaluna, ið tekniskt var á útivølli.

 

Og sigast má, at tað lá væl fyri hjá ÍBV sum vann ein rættiliga tryggan 27-20 sigur á kekkiska liðnum, Sokol Pisek. Í steðginum var ÍBV á odda 13-7.

 

Tá støðan var 23-16 til ÍBV byrjaði Sokol Pisek at nærkast við at skora trý mál á rað, men so fekk ÍBV skil á aftur og vann at enda greitt.

 

Í morgin klokkan 13 leika liðini seinna dystin. Tá hevur ÍBV tekniska heimavøllin.

 

Ingibjørg Olsen slapp tíverri ikki so nógv til orðanna í dag. Heilt móti dystarenda hevði Ingibjørg møguleikan at økja til støðuna 28-20, men skot hennara rakti tíverri stongina. Vónandi fær hon meiri spælitíð í morgin. 

 

Mest eyðsýndi spælarin hjá ÍBV í dag var málverjin, Marta Wawrzynkowska sum bjargaði 17 málroyndum, harímillum einum brotskasti.