Liðið hjá Jann vann fyrru uppflytingarfinaluna

Hødd hevur eina lítlan fyrimun undan seinnu uppflytingarfinaluni leygardagin

Jann Benjaminsen fekk tíverri bert fáar minuttir á vøllinum móti dystarenda í kvøld tá lið hansara, Hødd spældi fyrru uppflytingarfinaluna móti Stjørdal úr næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Kavi órógvaði illa dystin í Hødd í kvøld, men tað eydnaðist at fullføra dystin.

 

Hødd vann 3-2 og hevur sostatt ein lítlan fyrimun undan seinnu uppflytingarfinaluni í Stjørdal komandi leygardag klokkan 15. 

 

Hødd var á odda 3-1, og tað iðrar teir í Hødd, at teir ikki hildu ta leiðsluna til returdystin. 

 

Samlaði vinnarin spælir í næstbestu deildini komandi ár.

 

Vegurin er langur hjá Hødd. Fyrst máttu teir ígjøgnum tveir strævnar dystir móti Arendal fyri at vinna rættin at møta Stjørdal í uppflytingarfinalunum, men leygardagin fæst so at vita um tað ber ella brestir.