Liðið hjá Kjartani vann týðandi sigur í botnstríðnum

Önnered hevur nú fýra stig niður til aftasta plássið í bestu svensku hondbóltsdeildini

Kjartan Johansen kom ikki á máltalvuna í kvøld tá lið hansara, Önnered vann ein sera týðandi sigur í botnstríðnum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Önnered var á vitjan hjá Ystad IF, og megnaði at vinna 32-31. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.

 

Önnered hevur 15 stig á fjórðaftasta plássi, og hevur fýra stig niður til IFK Ystad sum er niðast í deildini við 11 stigum. Tað er bara aftasta liðið sum flytur beinleiðis niður í næstbestu deildina. Fjórðaftasta, triðaftasta og næstaftasta liðið skulu spæla upp- og niðurflytingardystir móti liðum úr næstbestu deildini.

 

Leygardagin klokkan 14 spælir Önnered á heimavølli móti Aranäs, ið hevur tvey stig færri enn Önnered. 

 

STØÐAN: 

 

Nr.                  Lið: DystirVJT+/-P+/-
1 IK Sävehof221813686 - 58537101
2 IFK Kristianstad231634659 - 5813578
3 IFK Skövde HK221525649 - 5973252
4 Ystads IF HF241527710 - 6593251
5 HK Malmö231328661 - 6242837
6 Alingsås HK221057626 - 6042522
7 Hammarby IF HF2311210663 - 657246
8 Eskilstuna Guif IF2410014664 - 71720-53
9 IF Hallby HK247512623 - 66919-46
10 Lugi HF227411601 - 60618-5
11 Önnereds HK246315672 - 71915-47
12 Redbergslids IK235315629 - 69013-61
13 HK Aranäs235315586 - 65713-71
14 IFK Ystad HK233515601 - 66511-64