Liðið hjá Mikkjali vann stórsigur í steypakappingini

AIK Stockholm møtti fjórðudeildarliði á útivølli

Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm vann seg í kvøld trygt víðari til triðja umfarið í svensku steypakappingini. 

 

AIK spældi í øðrum umfarinum dyst á útivølli móti Kubikenborg úr fjórðbestu deildini.

 

AIK vann dystin 7-1. Í steðginum var AIK á odda 5-0. Tá ellivu minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var støðan 7-1 til AIK, og so komu ikki fleiri mál.

 

Talan er um fjórða sigurin á rað hjá Mikkjali sum høvuðsvenjari hjá AIK.

 

Komandi sunnudag klokkan 15.30 spælir AIK dyst á heimavølli í bestu svensku fótbóltsdeildini móti Brommapojkarna.