Leygardagin spældu føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í Viking TIF seinasta dystin í bestu norsku hondbóltsdeildini hetta kalendaraárið.
Viking TIF spældi á útivølli móti Haslum, og tað gjørdist talan um níggjunda tapið á rað hjá Viking TIF í bestu deildini hetta kappingarárið.
Haslum vann sannførandi 34-25. Í steðginum var Haslum á odda 18-10.
Kappingarneytin hjá Nicholas, Christian Morillo Lyngbø hevði eitt bjargingarprosent upp á 36 prosent, meðan Nicholas lá á bert níggju prosentum.
Viking TIF er aftast í deildini við bert trimum stigum fyri 15 dystir.
Viking spælir dyst aftur í bestu norsku hondbóltsdeildini 31. januar, tá teir taka móti Sandnes á heimavølli.