Liðini hjá Eliasi og Jóhan við fullum stigatali í European League

Hoyvíkingurin og havnarmaðurin gjørdu vart við seg í kvøld

Savnsmyndir

Liðini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Jóhan á Plógv Hansen, THW Kiel og Skanderborg-Aarhus fingu fult stigatal í innleiðandi bólkaspælinum í EHF European League.

 

Elias og liðfelagarnir í Kiel vunnu á heimavølli trivaligan 27-18 sigur á franska liðnum, Montpellier. Í steðginum var Kiel á odda 14-11.

 

Elias skoraði seks mál upp á níggju málroyndir, og hann var toppskjútti hjá Kiel. 

 

Kiel vann bólk B við 12 stigum. Montpellier er nummar tvey við átta stigum, og sleppur eisini at halda fram í kappingini.

 

Jóhan og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus vunnu á útivølli 37-30 á slovenska liðnum, Grosist Slovan. Í steðginum var Skanderborg-Aarhus frammanfyri við fýra málum, 16-12.

 

Jóhan skoraði sjey mál upp á 12 málroyndir, og hann var næstbesti málskjúttin hjá Skanderborg-Aarhus.

 

Skanderborg-Aarhus vann bólk C við 12 stigum. Granollers gjørdist nummar tvey við sjey stigum, og sleppur eisini at halda fram í kappingini. 

 

Savnsmyndir