Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, fegnast um at arbeiðið at skifta klædningin á Løgtingshúsinum er liðugt til ásettu tíðina.
- Tað var ein avbjóðing at fáa alt liðugt til tjóðarhátíðina, men arbeiðið hevur gingið framúr væl, sigur Páll á Reynatúgvu, og rósar Boga Hermansen, timburmeistara, og Una Zachariassen, málarameistara, fyri væla arbeiði.
Arbeiðið at klæða og mála Løgtingið hevði eitt lægsta tilboð á 480.000 kr, uttan mvg.