Liðugt: B36 - KÍ

Her fæst eitt yvirlit yvir dystargongdina

B36 - KÍ 2-1 (0-0)

 

Sí myndir frá dystinum í kvøld við at trýsta HER.


94. min: Liðugt! B36 hevur vunnið 2-1 á KÍ í Gundadali, eftir at KÍ var á odda 0-1. KÍ hevur ikki vunnið í 145 dagar á rað, og siglir í tungum sjógvi í løtuni, meðan B36 ger sítt til fyri at leggja trýst á liðini frammanfyri. Enn einaferð hevur KÍ spælt ein fínan dyst uttan at vinna. Teir komu eisini á odda, men við tveimum langskotum megnaði B36 at venda og vinna dystin.

 

93. min: Jógvan Isaksen fær gult kort fyri at fella Benjamin Heinesen.


92. min: B36 skiftir út og Benjamin Heinesen kemur á vøllin fyri Adeshina Lawal.


91. min: Álvur Christiansen fær gult kort fyri at steðga einum kontraálopi, tá Ble fór avstað. Hetta er bara næsta gula kortið í dystinum.


90. min: Tríggir minuttir eru lagdir aftrat og vanliga leiktíðin er av.


89. min: Tað er framvegis heimaliðið, sum trýstir meira, hóat teir eru á odda 2-1.

87. min: Her stendur nógv á í Gundadali, har einki er avgjørt enn.  B36 eru tó teir, sum trýsta meira av liðunum báðum.

84. min: Eyðun Klakstein hevur sett sonin Heðin á vøllin fyri Henry Heinesen.


82. min: Nú byrja menn so smátt at blíva heitir. Enn er bara eitt gult kort givið enn tó.

80. min: Kristoffur Jacobsen hjá KÍ fer út og Ísak Simonsen, sum skoraði eina perlu av einum frísparki farna vikuskiftið, kemur inn.

79. min: Høgni Eystur fær fyrsta gula kortið í dystinum, har Rúni Gaardbo hevur lovað monnum at spæla hart, uttan at tað hevur verið ófantaligt spæl.

 

77. min: 2-1 til B36! Rasmus Dan Sørensen hevur lagt B36 á odda. Innskifti maðurin meddaði til á brotsteigarmarkinum, og bólturin fór inn við vinstru stong. Hetta hendir eftir eitt stórt B36-trýst.

 

72. min: B36 hevur javnað til 1-1! Súni Olsen hevur skorað við beinleiðis frísparki úr minst 35 metrum. Jákup á Borg er komin á vøllin fyri Gilla Sørensen. Jákup hevur verið skaddur, men nú loysir royndi maðurin evnaríkan Gilla av, sum ikki hevur fingið stórvegis burtur úr í kvøld.


70. min: Páll Klettskarð roynir seg eftir fínt innlegg frá Hjalgrím Elttør, men skotið fór beint framvið. Tað er KÍ sum er omaná nú!

68. min: KÍ er á sigurskós, men tað hava teir verið so ofta áður í ár, tá teir kortini hava søplað tað burtur. Tað eru 145 dagar síðani seinasta KÍ-sigurin, sum var tann 28. apríl á 07 Vestur.

65. min: Tað, sum eftir er av dystinum, er ógvuliga avgerandi fyri KÍ, sum seinastu løtuna av teimum seinastu mongu dystunum, hevur latið sera nógv mál inn í seinnu helvt av seinna hálvleiki. Men KÍ er so á odda við máli frá Álvi Christiansen.


63. min: B36 skiftir út! Rasmus Dan Sørensen kemur á vøllin fyri Høgna Midjord, sum ikki rættiliga fekk fótin fyri seg í seinna hálvleiki.


62. min: 0-1 til KÍ! Bólturin varð sendur innfyri úr vinstru, B36 megnaði ikki at rudda ordiliga burtur, so Álvur Christiansen legði bóltin til rættis við bringuni og meddaði til og bólturin sang í netmeskunum.


53. min: KÍ roynir at býta frá sær, har Hjalgrím Elttør  dregur inn úr vinstru og endar við at smekka til móti handara horni, men hann rakar ein mótstøðuleikara á vegnum og fer út til hornaspark.



47. min: Cieslewiscsz gerst brádliga púra leysur við Meinhardi Joensen, men tamdi bóltin ov langt frá sær og tískil spurdist ikki meiri burturúr.


46. min: Seinni hálvleikur er byrjaður og veðrið er nakað frægari nú.

 


45. min: Hálvleikur! Tað hava verið fleiri kjansir í fyrra hálvleiki, har B36 hevur verið oman á leikliga og havt teir flestu kjansirnar, men KÍ hevur tó átt naskastu royndirnar. KÍ hevur verið meiri verjukent higartil í dystinum, enn vit hava sæð undanfarnu umførini.


39. min: Eitt mál liggur í luftini, men framvegis er málleyst í Gundadali, har tað bylgjar í bæði borð í løtuni.

 


30. min: Hørður er púra ópressaður og skal leggja hann aftur til Tórð Thomsen í málinum, men Páll Klettskarð fangar leysa bóltin og gerst saman við einum liðfelaga púra leysur við B36-málverjanum. Toppskjúttin hjá KÍ velur at royna sjálvur, men Tórður Thomsen verjir fyri. Størsti kjansurin í dystinum!

28. min: B36 hevur havt fleiri vandamiklar støður eftir hornasparksstøður. KÍ hevur enn ikki havt sína fyrstu roynd á málið.

24. min: KÍ bjargar á strikuni eftir hornasparksstøðu. Størsti møguleikin higartil í dystinum, har tað regnar av grimd og nakað av vindi er.

20. min: B36 er enn liðið, sum hevur havt bóltin mest, tó uttan at vera vandamiklir. KÍ liggur langt aftri og satsar upp á mótálop.


17. min: B36 skapar eina vandamikla støðu, tá Hørður Askham finnur Adeshina Lawal í álopinum við eini langari sending, men tað spurdist einki burturúr.


15. min: Enn hevur verið ógvuliga smátt við málmøguleikum, og tað passar betri klaksvíkingum enn tað ger B36.


5. min: Lítið er hent í dystinum higartil, har dómarin letur menn stríðast væl og kempa eftir hvørjum bólti.

1. min: So er bríkslað í gongd í Gundadali.


Soleiðis byrjaðu liðini í Gundadali í kvøld.

KÍ: Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen, Jógan Isaksen, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni – Henry Heinsen, Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen – Álvur Christiansen, Páll Klettskarð, Kristoffur Jacobsen.

 

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Robert Heðin Brockie, Ámund Nolsøe – Høgni Midjord, Evrad Ble, Súni Olsen, Gilli Sørensen – Adeshina Lawal, Lukasz Cieslevicsz.

 

Dómari: Rúni Gaardbo