Flogbóltskvinnurnar taptu finaluna móti Saaremaa.
Talan var um ein av teimum ringu døgunum hjá føroysku kvinnunum, sum mestsum alla tíðina vóru við undirlutan. Einasta løtan, har føroysku kvinnurnar vóru omaná, var í øðrum settið, sum endaði 25-15 til Føroyar.
Føroysku flogbóltskvinnurnar mugu tí noyðast við silvur heiðursmerki aftaná hesar oyggjaleikirnar.
Føroyar-Saaremaa 1-3
4 sett:
Tað eydnaðist ikki føroysku kvinnunum at endurvinna flogbóltskappingina á oyggjaleikunum. Saaremaa vann fjórða sett 25-15, og harvið dystin 3-1.
Fjórða sett (Føroyar-Saaremaa) 1-3, Saaremaa vann fjórða sett 25-15
3 sett:
Eftir eitt langt og spennandi triðja sett, er tað Saaremaa sum aftur er á odda. Saaremaa vann triðja sett 25-23.
Føroysku kvinnurnar komu frá 24-20 uppá 24-23, men tað rakk ikki til nakað í triðja settið.
Saaremaa er nú á odda 2-1.
Triðja sett (Føroyar-Saaremaa) 1-2, Saaremaa vann triðja sett 25-23
2 sett: 25-15 til Føroyar
Føroysku kvinnurnar hava av álvara reist seg í øðrum settið. Avrikið gjøgnum alt settið var sannførandi, og føroysku kvinnurnar endaðu við at vinna heili 25-15 í øðrum settið. Nú stendur á jøvnum 1-1.
Annað sett (Føroyar-Saaremaa) 1-1, Føroyar vann annað sett 25-15
1 sett: 25-16 til Saaremaa
Føroysku kvinnurnar vóru við undirlutan í fyrsta settinum. Saaremaa fekk frá byrjan eina greiða leiðslu, og hana hildu tær alt settið. Saaremaa vann fyrsta settið 25-16. So føroysku kvinnurnar eru nú aftanfyri 1-0.
Fyrsta sett (Føroyar-Saaremaa) 0-1, Saaremaa vann 25-16 fyrsta sett
Á føroyska kvinnulandsliðnum spæla hesar:
Anja Danielsen, Fleyr
Anna Sunadóttit Hansen, Dráttur
Birgit Guttesen, Amager
Birita Joensen, KÍF
Eina Stephania Kalsø, Amager
Elisabeth Purkhús, Mjølnir
Eva Winther Nagata, Fleyr
Femja Fróðadóttir Mortensen, TB
Guðrun Simona Lindenskov Joensen, KÍF
Karina Poulsdóttir Debes, VLI
Sofía Purkhús, Amager
Sóley Mørch Poulsen, KÍF
Urd Tormóðsdóttir Traðará, Aalborg
Venjarar eru Boban Ilic og Bartal Eliasen.