Liggja ikki á latu síðuni

Í einum munnligum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard um løgtingsarbeiðið, vísti Kaj Leo Johannesen, løgmaður, aftur, at landsstýrið liggur á latu síðuni. - Tað eru umleið 61 lógaruppskot, ið eru á veg, sigur løgmaður

At Løgtingið hevur ov lítið at gera fyri tíðina, hevur nú eisini fingið tingmenn upp úr stólinum. Tá munnligir fyrispurningar vóru fyri í morgun, setti Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum løgmanni fleiri spurningar um júst manglandi tingmál frá samgonguni og landsstýrinum, umframt tilrættisleggingina av tingarbeiðinum.

Serliga varð funnist at, at tingmál frá landsstýrinum til tíðir koma í røkjum beint undan ella eftir at freistin at lata tingmál inn er farin, og at ein samgonga á 20 tinglimir sjálv kann viðtaka at mál kunnu koma fyri eftir at freistin er farin, eins og tað hendi í desember mánaði, tá fleiri tingmál komu eftir at freistin var farin.

- Vit vilja sjálvandi halda okkum til tingskipanina. Men tað er sambært tingskipanini eisini loyvi at leggja mál fram eftir seinasta framløgudag, og tað er eisini fult forsvarligt, men man eigur at brúka henda mátan so lítið sum gjørligt, sigur Kaj Leo Johannesen.

Løgmaður greiddi eisini frá, at á fundinum, hann hevði við tingformannin, løgdu teir dent á at fáa málini fyri tingið, so hvørt tey eru liðug, og greiddi frá at tað eru umleið 61 lógaruppskot, ið eru á veg.

- Tað er gleðiligt at landsstýrið ikki liggur á latu síðuni. Tað skal ikki vera regulin at tú kemur niðan við uppskotum eftir freistina. Tað kann verða undantakið. Men tað kunnu koma mál upp, sum tú má taka til viðgerð, greiðir løgmaður frá.



Skal gera sítt besta

Kaj Leo Johannesen vissaði eisini Kára P. Højgaard og restina av løgtinginum um, at tað verður betri.

- Í tilrættisleggingini av arbeiðinum skal man sum regul halda seg frá frávikum. Eg merki, at tað er ein ávís ónøgd í Løgtinginum, og tí havi eg heitt á ráðini um at fáa uppskotini klár og niðan í tingið. Eg skal gera mítt allarbesta fyri, at vit planleggja arbeiðið væl og virðiliga, og at uppskotini verða borðin úr ráðunum og niðan í Tingið so skjótt tey eru liðug, sigur Kaj Leo Johannesen.

So kann bert tíðin vísa, hvørt lógaruppskotini koma í javnari streymi úr landsstýrinum og niðan í løgtingið, og løgtingsarbeiðið aftur verður meira regluligt.