Liktenstein-dysturin kostaði

Føroysku kvinnurnar vóru nær við, men eftir kappingina kundu tær iðra seg um, at avgerandi stigini ikki vórðu fingin til høldar móti Liktenstein

Flogbóltur

 

Talan gjørdist um greitt 3-0 tap í dystinum, sum skuldi tryggja okkara kvinnum víðari luttøkuna. Men talan varð í veruleikanum um eitt tap av heldur óneyðuga slagnum. Eitt tap, har føroysku kvinnurnar ikki stóðu mát, tá nervarnir og spenningurin trýstu ungu og óroyndu spælararnar.

Í øllum trimum settunum var tað nevnliga so, at okkara lógu væl fyri, tá komið varð fram til avgerandi bóltarnar. Í fyrsta settinum mistu okkara 20-17 til 20-24, og í næsta settinum mistu vit tveir settbóltar, áðrenn Liktenstein kundi serva settið heim. Og hóast nær við í seinasta settinum, so knekkaði filmurin eisini, tá avgerandi bóltarnir skuldu sláast í hesum.

 

Royndirnar restaðu

Eftir dystin móti Luksmburg, sum altso varð tann seinasti hjá okkara kvinnum í kappingini, tosaðu vit við Helen á Lakjuni, og hon var ikki ósamd í, at dysturin móti Liktenstein gjørdist dýrur.

- Hann burdu vit havt vunnið. Heilt sikkurt.

Men hvat gekk so galið?

- Vit fokuseraðu kanska ov nógv upp á teirra spæl ístaðin fyri okkara egna. Tað var kanska størsta mistakið.

Og sum spælari at vita, at tað nú verður eitt ár ella meira til næstu altjóða avbjóðingina, tá tað kundi verið meira. Er tað ikki eitt sindur hugstoytt?

- Jú, tað er tað. Komu vit víðari, so vildi næsta kappingini kortini ikki verið fyrr enn næsta ár kortini, men tað er keðiligt, tí vit burdu komið víðari. Kanska er tað eisini tað, at fleiri av okkara spælarum fara niður við høvdinum, tí royndirnar ikki eru tær nógvu. So tað er avgjørt eisini ein partur av frágreiðingini, segði Helen á Lakjuni eftir dystin.

 

Mynd: Helen á Lakjuni

Helen á Lakjuni sæst her saman við Birgit Guttesen, Sólgerð Henriksen og Anniku á Stongum, tá føroyska exit’ið var veruleiki

Mynd: Álvur Haraldsen

 

Mynd: Likteinstein

Mynd: Jens Kr. Vang