Liljan Weihe er aftur tíðindaleiðari sambært niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum, sum kom júst nú.
Avgerðin frá ráðnum sæst her:
Eftir einari samlaðari heildarmeting av støðu kærarans sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, útbreiðslu og innihald í framsagnum (ytringum) kærarans, verður tað ikki mett, at partar av framsagnunum hjá kæraranum liggja innan fyri karmarnar av skrivi- talu og framsøgufrælsinum hjá alment settum starvsfólkum. Hetta verður lutvíst grundað á, at kærarin er partur av leiðsluni i Kringvarpi Føroya, at kærarin ikki hevur úttalað seg rætt um ávís týðandi viðurskifti innan sítt egna starvsøkið, og kærarin ikki hevur gjørt greitt, at hon úttalar seg egna vegna sum privatpersónur. Mett verður heldur ikki, at kærarin í leiklutinum sum tíðindaleiðari hevur umrøtt stjóra sín á ein sømiliga hátt, og at møguliga ber eisini til at siga, at kærarin hevur brotið tagnarskylduna.Vísandi til hesar umstøður verður ikki mett, at kærarin hevur sýnt rættan leiðsluatburð, og kærarin kann tí sigast at hava sett trúvirðið hjá stovninum í vága.
Ein fyrisitingarlig avgeðr skal tó altíð vera proportional í mun til endamálið. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á, at Skattamálið og dekningurin av Skattamálinum í Kringvarpi Førya má metast at hava stóran samfelagsligan áhuga. Kærarin hevur borið fram framsagnir til stýrisformannin o.o., ið lutvíst hava verið rættar, ella sum kærarin má metast at hava verði í góðari trúgv um. Her verður serliga hugsað um samskiftið millum kringvarpsstjóran og Eyðun Mørkøre og partinum viðvíkjandi gegningum hjá stjóranum.
Harumframt verður dentur lagdur á, at kærarin hevur verði í starvi í seks á sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, og kærarin hevur ongantíð í hesum starvi fingið átalu ella ávaring. Heldur ikki hevur kærarin borið fram framsagnir av tílíkum slagi, sum advokaturin hjá Kringvarpi Føroya vísir á nøkrum eldri dómum frá seksti- og sjeytiárunum innan privata geiran í Danmark, áðrenn fyrisitingarrætturin gjørdist partur av almenna arbeðisrættinum. Leggjast skal aftrat, at fyrisitingarrætturin gjørdist ikki partur av almenna arbeiðsrættinum, áðrenn sokallaða Vallensbækdómin. Vísandi til hesar umstøður verður præjudikatsvirðið á teimum dómum, sum advokatur Kringvarpsins vísir á í mun til proportionalitetsprinsippið, mett at vera rættiliga ivasamt fyri hetta uppsagnarmálið.
Sum fyrisitingarmyndugleiki átti Kringvarp Føroya tí at roynt aðrar minni víðfevnandi loysnir samsvarandi tí, ið stendur í vegleiðingini hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum um uppsøgn, og sum samsvarar við fyrisitingarrættarliga proportionalitetsprinspippið, áðrenn farið var undir eina uppsagnartilgongd.
Mentamálaráðið er tískil ikki samt við advokati Kringvarpsins í, at avgeðrin hevur verði proportional í mun til endamálið, ið er at verja álitði á stovnin millum starvsfólk og onnur uttanfyri standandi. Tað endamálið kundi verið rokkið við t.d. einari átalu, ávaring flyting innan setanarøkið ella onkrum minni víðfevnandi inntrivum, sum tó altíð skal vera sakligt og gjørt við virðing fyri galdandi reglum á økinum.
Mentamálaráðið metir heldur ikki, at partshoyringin hevur verið nøktandi. Hetta verður lutvíst grunda á, at tað stendur skrivað m.a. í ætlanarskrivinum um uppsøgn í sambandi við hoyring um veruligar (faktuellar) umstøður, ið sambært kringvarpsstjóranum grunda illoyalitet. Hetta gevur eina fatan av, at har kunnu vera onnur faktuel viðurskifti, ið parturin ikki er vorðin hoyrdur um.
Harnæst metir Mentamálaráðið ikki, at tað er í samsvari við partshoyringarreglurnar, at kringvarpsstjórin longu tann 23. november 2017 skrivar til stýrið, at málið fær starvsrættarligar fylgjur fyri kæraran. Hetta kann, umframt at vera tyngjandi fyri kæraran, geva tað óhepnu fatan, at avgerðin í veruleikanum var tikin, og at tað tí var nyttuleyst hjá kæraranum at gera viðmerkingar til ætlaðu uppsøgnina.
Harumframt ger advokaturin hjá Kringvarpinum nógv burturúr løgfrøðiligu viðurskiftunum, ið grundaðu serliga uppáhaldið um illoyalitet og proportionalitetin í avgerðini um at siga kæraran úr starvi sínum. Mentamálaráðið metir, at Kringvarpið átti tí eisini, samsvarandi víðkaðu partshoyringarskylduni, at givið kæraranum og advokati hennara høvi at umrøtt hesi løgfrøðiligu viðurskifti.
Mentamálaráðið er ikki samt við advokati Kringvarpsins í, at ógildan bert kann hava við sær endurgjald. Tað er munur á dómstólaroynd og so kæru innan fyrisiting, ið hevur eitt stýrandi endamál í mun til undirliggjandi stovnar. Áðrenn umbønin um steðgandi virknað bleiv gingin á møti tann 15. januar 2018 segði stjórin í Kringvarpi Føroya í sínum hoyringssvari, dagfest 5. jan. 2018, at ”Um tað skuldi víst seg, at uppsøgnin av kæraranum verður ógildað, so verður støða tikin til, hvussu man fer fram í tí sambandi, til tað tíð. Ætlanin er sostatt at lýsa eftir nýggjum deildarleiðara til deildina Aktuelt í næstum við tí fyri eyga at seta starvið frá 1. mars. 2018 ella skjótast gjørligt. Eg bíði tó sjálvandi við hesi starvslýsing til, at tit hava gjørt tykkara niðurstøðu hesum viðvíkjandi”.
Vísandi til omanfyri standandi fer Mentamálaráðið at ógilda avgerðina um at siga kæraran úr starvi, og sostatt er hon framhaldandi í starv sínum sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya.
Hendan avgerðin er endalig innan fyrisiting, og Mentamálaráðið ger ikki meira við málið.