Liljan og Jojic ársins spælarar

Stóra gallaveitslan hjá hondbóltinum er í kvøld, og hæddarpunktið undir borðhaldinum var sjálvandi, hvørji blivu kosin ársins hetta og hatta. Millum annað er greitt, at Liljan Djurhuus úr VÍF/Tjaldri og Filiph Jojic úr VÍF eru ársins spælarar kappingarárið 2012/2013.

 

Út frá yvirlitinum niðanfyri sæst, at meistaraliðini bæði, Neistin hjá kvinnum og KÍF hjá monnum, vóru við skerdan lut, nú spælarar og venjarar hjá øllum liðunum hava valt, tí Neistin fekk bara ársins venjara og KÍF bara ársins verjuspælara…

 

Kvinnur:

Ársins spælari: Liljan Djurhuus, VÍF/Tjaldur

Stjørnuskot: Eilin Hansen, VÍF/Tjaldur

Ársins málverjar: Tomma Petersen, Kyndil & Marijana Lucic, VÍF/Tjaldur *)

Verjuspælari: Una Váðklett, Stjørnan

Álopsspælari: Liljan Djurhuus, VÍF/Tjaldur

Toppskjútti: Barbara Brauer, Neistin (190 mál)

Ársins venjari: Kári Horn, Neistin

 

Menn:

Ársins spælari: Filiph Jojic, VÍF

Stjørnuskot: Teitur Magnusson, Neistin

Ársins málverji: Mikkjal Hansen, Neistin

Verjuspælari: Rógvi Weyhe, KÍF

Álopsspælari: Filiph Jojic, VÍF

Toppskjútti: Filiph Jojic, VÍF (173 mál)

Ársins venjari: Áki Mørk, Neistin

 

Ársins dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen

 

*) Tað stóð á jøvnum, og tí fingu báðar heiðurin.