Lillian er sett sum tekniskur leiðari

Sunda bygdaráð hevur sett Lillian Jacobsen í starv sum tekniskur leiðari í kommununi.

 

Hon er útbúgvin byggifrøðingur frá Byggeteknisk Højskole í Aalborg. Hon hevur drúgvar royndir innan tekniska- og tænastuøkið í Danmark og Føroyum. Lillian Jacobsen kemur úr leiðandi starvi hjá Aluplast, har hon eitt skifti var fyribils stjóri.

 

Lillian Jacobsen, ið er 37 ár og búsitandi á Kambsdali, byrjar í starvinum 1. apríl 2019.