Fleiri bilar fóru út av vegnum í Hósvík í hálkuni í gjárkvøldið og í nátt. Tveir bilar fóru út av landsvegnum, og ein limousin fór gjøgnum ein garð í bygdini Tað var sera hált í gjárkvøldið og í nátt. Tríggir hvítir bilar koyrdu útav í Hósvík, tveir við landsvegin og so limousinan, sum endaði inni í einum garði. Hann breyt ein betonggarð fyri sær og helt fram inn í garðin millum trø og runnar.
Fólk í Hósvík siga, at tað er rættiliga vanligt at bilar liggja við síðuna av landsvegum í Hósvík, tá hálka er.