Hesin er ein Lincoln Continental limonsina frá 1999 við 4,6 litur V8 motori og væl yvir 200 hk. Bilurin er 8,5 m langur. Keyptur beinleiðis úr USA.
Jari og Mikkjal siga, at limousinan skal nýtast til at leiga (við bilførara) til ymisk endamál sum t.d. brúðarkoyring og ymisk sløg av leigutúrum.
Ein flott luksus limousina við allari útgerð. Ein “typiskur” amerikanskur bilur við komforti á høgum støði.
Lincoln var eitt sjálvstøðugt bilmerkið til 1922, tá Ford Motor Company keypti verksmiðjuna.
Lincoln hevur í mong ár verið prestige bilmerki hjá Ford, og hava teir flestu forsetarnir í USA koyrt í Ford Lincoln. Tað var t.d. ein Lincoln sum John F. Kennedy sat í, tá hann varð skotin í Dallas 22. november í 1963. Tað løgna er, at Lincoln eru uppkallaðir eftir amerikanska forsetanum Abraham Lincoln, ið varð myrdur í Ford-leikhúsinum í Washington í 1865, meðan John F. Kennedy varð myrdur í einum Ford Lincoln í 1963.
Myndatekstur:
1.
Jari Lykke í Kollafirði og Mikkjal Hansen í Hósvík við Lincoln limousinuni
Mynd: Jens Kristian Vang
2.
Ein flott luksus limousina við allari útgerð
Mynd: Jens Kristian Vang
Lincoln Continental limousina
Mánadagin kom eisini ein onnur limousina til landið. Talan er um eina Lincoln limousinu sum Jari Lykke í Kollafirði og Mikkjal Hansen í Hósvík, sum báðir eru koyrilærarar, hava keypt saman
Bilar
Magnus Gunnarsson
[email protected]