Føroyska X-Factor stjørnan Linda Andrews verður í næstum við í danskari sending á Tv3, við heitinum ?Til middag hos..?
Tv3 er farið undir eina nýggja sendirøð við heitinum ?Til middag hos..?
Endamálið við sendirøðini er, at kendir danskara bjóða øðrum stjørnum inn til døguðra. Og ein vinnari verður síðani kosin, sum besti vertur í ár.
Hyggjararnir eru við í allar tilgongdini, frá tí, at tey ymsu keypa matin inn, til veitslan verður hildin.
Við í sendirøðini eru eisini Peter Brixtofte, Jan Monrad og Søren Rislund og onnur.