Linda og flogvøllurin

Óli Mikkelsen, lækni

 

Herfyri fleyg Linda Andrews aftur og fram yvir Føroyum vegna mjørka í Vágum – eystan fyri var klárt.

Neyvan var eg tann einasti, sum kom at hugsa eitt sindur um flogvallar­søguna. Skjótt er hálv øld liðin síðani kanning í 1960-árunum vísti, at besta pláss til flogvøll var við Skorhæddina í Eysturoy. Har kunnu tvørbreytir gerast, long breyt eftir røðini. Økið er mitt í Føroyum, vindurin rættuliga javnur osfr.

Øll árini síðani hava okkara góðu politikarar til fánýtis roynt at prógva at Skorhædd er ónýtilig til flogvøll.

Samstundis hava politikarar brúkt nógvan pening og orku til flog­vallarprojekt aðrastaðni í landinum, uttan at finna nakað pláss, sum kemur upp á síðuna av Skorhædd.

Flogbreytin á Skorhædd í landnyrðing/útsynning kann vera minst 2000 m long, sum er nóg langt til væl størri flogfør enn Atlantsflog nýtir í dag. Lendið er rættiliga slætt, so ikki krevst nógv til ífyllu.

Ikki so frægt sum eina kostnaðarmeting av hesi flogbreyt havi eg sæð. Tí loyvi eg mær at halda, at henda flogbreyt kundi verið gjørd fyri ta upp­hædd, ið ætlanin er at nýta til leingjan á Vága Floghavn, ja, helst minni um arbeiðið verður sam­skipað við ætlaðu tunnils­gerð til Suðurstreymoy, tunnilin sum búskaparliga loysir seg at gera, og kann fíggjast við bummpeng­um.

Fyri 200 árum síðani vóru ringar tíðir í Føroyum av Napoleonskrígnum. Einahandilin var illa fyri og royndi at spara seg úr kreppuni. Beiggi Nólsoyar Páll arbeiddi í handlinum tá, hann var tiltikin skila­maður. Ráðini frá honum vóru: Vit skulu brúka pengarnar, har tað loysir seg – annað má bíða.

Takið við góðum ráðum, okkara fólkavaldu.