Lindin 14 ár

25. januar øðrvísi stuðulsdagur fyri øll í ØSTRØM

Nú leygardagin 25. januar hevur Lindin stórt stuðuls­tiltak í hølunum hjá Østrøm niðri í Rættará í Havn. 14 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Før­oy­u­m. Við 11 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 85% av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 mill. Um­leið 50 fólk, flestu teirra sjálv­boðin, eru onkusvegna virkin í Lindini. Alt hetta ber til, tí so nógv standa saman um Lindina.
Stóri stuðulsdagurin í Østrøm nú leygardagin 25. ja­nuar byrjar kl. 9.00 við aft­urá­lítandi sending úr Lindini. Kl.13.00 lata dyr­nar í Østrøm upp fyri øll­um, og hildið verður á, líka til høvuðsvinningurin, ið er gávu­kort uppá 25.000 kr., verður drigin kl. 23.00. Dag­urin verður eisini merktur av, at kendu listamálararnir Kári Svensson, Edith Mørkøre, Eli Smith, Sámal Toftanes og Eyðun av Reyni hava latið málningar fyri at stuðla Lind­ini. Kl. 21.00 fer Bjørn á Heygum at selja hesar máln­ingar á uppboðssølu niðri í Østrøm.
Eins og undanfarin ár fara vit at hava útvarpsprát við gestir, og livandi tónleikur verður við føroyskum bólk­um og einstaklingum. Vit hava okkurt ábit til tey mongu, ið vit vóna vitja inn á gólvið. Lagt verður upp til ein stuðulsdag við serligum dámi og nógvum upplivingum.
Umframt málningarnar og høvuðsvinningin á 25.000 kr., sum er gávukort frá Fonn Flogi, sum p/f Varðin letur, luta vit gávur út, sum aðrar fyritøkur og privat stuðla Lindini við, m.a. gávukort frá Skemmuni á 10.000 kr. og gávukort og stuðulsgávur frá Gummibátatænastuni, Bakkafrosti, Lampubúðini, Fonn Flogi, Mariu Poulsen o.m.ø.
Høvi verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul hjá Lindini, hækka stuðulin ella lata eina gávu. Tað kann gerast á heimasíðuni www.lindin.fo ella við at ringja til Lindina sama dag, har fólk verður at taka telefonina. Tlf. 321377 og SMS 521377.
Vit gleða okkum til dagin við takksemi til tykkum øll, ið stuðla, koma við vinningum, lýða á, luttaka og ikki minst til Hansara, sum gav Son Sín, Jesus Kristus, okkum til loysigjald.