Seinastu dagarnar hevur kristiliga útvarpsrásin Lindin sent umvegis nýggjan sendara á Brúnaskarði í Klaksvík.
Hetta hevur skapt stóra misnøgd millum fólk í Klaksvík, og orsøkin er ikki, at innihaldið í sendingunum kemur upp á tvørs hjá nøkrum.
Orsøkin er hinvegin, at Lindin órógvar hinar rásirnar og hevur lagt seg á meginpartin av FM-bandinum í nógvum lurtitólum.
? Vit hava fingið nógvar uppringingar og teldubrøv úr Klaksvík, síðani Lindin fór at senda leygardagin. Fólk klaga um, at Lindin órógvar lurtitólini, sigur Don Petersen á Fjarskiftiseftirlitinum.
Sendarin skal kannast
Allir tríggjar útvarpsrásirnar senda nú í Klaksvík. Útvarpið er á 94,3 MHz, Rás 2 á 107 MHz, og ímillum hesar rásirnar er Lindin nú farin at senda á 105 MHz.
Men byrjanin hjá Lindini hevur verið órógvandi fyri lurtitólini, sum eru vorðin í ørviti av nýggja sendaranum. Nógv fólk í Klaksvík uppliva í hesum døgum, at skrúva tey á FM, so er Lindin allastaðni, og tað skulu neyvir fingrar til at finna rætta staðið á FM, so bara ÚF ella Rás 2 hoyrist.
Summi fáa hinvegin sendingarnar hjá Lindini sum bakgrund, tá tey lurta eftir ÚF ella Rás 2.
? Vit upplivdu somu trupulleikarnar, tá Rás 2 fór at senda, og tí kemur tað ikki heilt óvart á okkum, at hetta hendir hjá Lindini eisini, sigur Don Petersen á Fjarðskiftiseftirlitinum.
? Vit hava vent okkum til Lindina, sum síðani hevur biðið Føroya Tele kanna sendaran á Brúnaskarði. Vit rokna við, at trupulleikarnir í Klaksvík verða loystir innan stutta tíð, sigur Don Petersen.
Kunnu steðga sendingum
Fjarskiftiseftirlitið skal syrgja fyri, at útvarpsrásirnar senda sum tær skulu, og at tær ? sum í hesum føri ? ikki órógva óneyðuga nógv.
? Um ein rás ikki hevur sendiviðurskiftini í lagi, kunnu vit steðga sendingunum hjá teimum, men tann møguleikan hava vit ikki gjørt nýtslu av enn, sigur Don Petersen.
Hann heldur, at tvær orsøkir eru til trupulleikarnar hjá klaksvíkingum í hesum døgum. Onnur er, at gomlu lurtitólini ikki hava nóg góðar móttakarar, sum kunnu skilja fleiri rásir frá hvørjari aðrari.
Hin orsøkin er, at Lindin møguliga sendir ov hart av Brúnaskarði, og at hetta skapar stórar trupulleikar í lurtaralandinum.
? Vit rokna við, at Føroya Tele fær skil upp á sendaran hjá Lindini, so hann ikki órógvar hinar rásirnar, og tey, sum skulu lurta eftir útvarpi, sigur Don Petersen.
Senda ov hart
Í fjør vóru óalmennar mátingar gjørdar av sendistyrkini hjá føroysku rásunum, og hesar vístu, at bæði Lindin og Rás 2 sendu við alt ov stórari styrki.
Um styrkin ikki er, sum hon skal verða, órógvar tað lurtitólini og hinar rásirnar, og tað er helst hetta, sum ger seg galdandi í Klaksvík í hesum døgum.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerkingar frá nevndarformanninum í Lindini ella leiðaranum á Radiodeildini hjá Føroya Tele áðrenn evstamark í gjár. Báðir sótu á fundi fyrrapartin.