Útvarpsstøðin Lindin sendir beinleiðis frá øllum kvøldmøtunum á Ársmøtunum hjá Heimamissiónini um vikuskiftið.
Eins og í fjør sendir Lindin aftur í ár frá Ársmøtinum hjá Heimamissiónini, sum verða hildin í Hoyvíkshøllini og í Meinigheitshúsinum í Havn um vikuskiftið frá 14. - 16. mai. Sent verður frá øllum kvøldmøtunum.
Fríggjakvøldið varð sent fyrstu ferð, og leygarkvøldið 15. mai verður aftur sent kl. 19.30 frá veitslumøtinum. Lindin fer eisini at senda frá ungdómstiltakinum kl. 22.00, tá ið Sieng Lai og Timothy úr Kambodja eisini taka lut.
Sunnudagin 16. mai verður Gudstænasta send kl. 11.00 úr Hoyvíkar kirkju, Jógvan Fríðriksson, biskupur prædikar. Kl. 17:00 sunnudagin, tá er evnið ?Verðið sátt við Gud!?. Tá er tað Pól Johannesen, trúboðari, ið talar, og Taborkórið av Toftum syngur. Til ber eisini at lurta á netinum á www.lindin.fo.