Hin 21. januar í ár vóru liðin 11 ár, síðan Lindin byrjaði at senda. Øll hesi ár hevur útvarpsrásin verið hildin uppi við føstum stuðlum og gávum. Í morgin verður skipað fyri stuðulsdegi, har høvi verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul ella at geva Lindini eina gávu. Fyrireikararnir siga, at Lindin hevur verið í støðugari menning, síðan útvarpsrásin sá dagsins ljós.
- Men hetta kostar pening. Bæði tíðarinnar tonn og økingin í sendineti og sendiflatu ger, at tað alsamt er tørvur á enn fleiri stuðlum. Tann tekniski parturin av Lindini er lutvíst niðurslitin, og hetta krevur støðugar ábøtur.
Tey, sum standa aftanfyri Lindina, siga, at hetta er orsøkin til, at skipað verður fyri stuðulsdegi í morgin frá klokkan 14 til umleið klokkan 23.
Jenis av Rana, Preben Hansen, Absalon Áargarð, Erna Háberg, Sólrun Poulsen, Símun Hansen, Sólbjørg Zachariassen og Tór Arni Samuelsen fara at sita í útvarpsstovuni, og prátað verður við ymiskar gestir, bæði nær og fjar.
- Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul ella at geva Lindini eina gávu. Í sendingini verður lutakast um góðar vinningar, eitt nú ferð fyri tvey til Ísraels og flogferðir. Drigið verður bæði millum nýggjar og verandi stuðlar. Lutakast verður gjøgnum dagin, og klokkan 23 verður drigið um høvuðsvinningin, sum er ein ferð fyri tvey til Ísraels, siga fyrireikararnir.
Umleið 50 fólk eru á ein ella annan hátt virkin í Lindini, og av teimum virka flestu sjálvboðin, verður sagt.